Eirikur væntandi
aftur formaður í Føroya Ellisakførum
Øll nevndin varð afturvald, men hon hevur ikki skipað seg
enn. Í nevndini eru:
24 av teimum til samans 160 limunum vóru møttir.
Í frágreiðing síni segði Eirikur formaður millum annað,
at eftir at nevndin hevði skipað seg, ætlaði hon at stinga fingurin í jørðina
fyri at finna út av støðuna yvirhøvur hjá Føroya Ellisakførum. Nevndin legði
alt fyri eitt størsta dentin á at fáa skil á allari skuld hjá felagnum. Hetta
var skuld, sum var íkomin tey seinastu árini. Í hesum sambandi takkaði
formaðurin kassameistaranum Hans Jákup Michelsen fyri hansara áræði og
treiskleika og áhaldni fyri at koma fram á eitt so fullkomið mál, sum einaferð
er rokkið, og ikki at gloyma tær upphæddir, sum hann hevur fingið strikaðar.
Nevndin fór síðani at ganga ígjøgnum limaskaran, sum nú
sær út til at vera dagførdur.
Nevndin setti sær eisini fyri at fáa skil á
viðurskiftunum viðvíkjandi Brunninum.
Sum vit vita, legði brunnanevndin frá sær, og tí setti
nevndin í FE sær eisini fyri at røkja øll mál brunnamál. og líkt er til, at
hetta gongur ta røttu leiðina.
Nevndin fekk nøkulunda skil á eigaraviðurskiftnum av
akførum í Brunninum í fjør. Øll akfør, ið stóðu inni, vórðu merkt, men enn eru
fíggjarviðurskiftini ikki fingin heilt í rættlag. Tí verður tað hetta, ið
liggur nevndini næst at fáa avgreitt.
Nýtt portur er útvegað til Brunnin, og tað verður sett í fyrsta dagin,
tí tað skal vera liðugt til Flaggdagin.
Bíðilistin fyri at sleppa inn í Brunnin leingist í
hvørjum, so her ræður um at fáa slætt borð við eftirstøðum. Felagnum tørvar
pengar til at halda Brunnin við líka. Her verður serliga hugsað um at fáa
lekarnar tettaðar.
Tórshavnar kommuna játtaði í fjør felagnum tilfar til at
halda felagshølini við líka uttan. Tilfarið frá kommuni er millum annað timbur,
máling og seymur og naglar. Formaðurin segði seg vóna, at limirnir taka undir
við hesum tiltaki, og hann nevndi, at kanska verður okkurt góðveðursvikuskifti
í mai til at fáa ætlanina framda í verki. Tað verður sjálvandi lýst á
heimasíðuni hjá FE og við teimum smáu lýsingunum í bløðunum.
FE hevur fingið teldu við flatrate til allar limir
felagsins at brúka, sum teimum lystir.
Eirikur nevndi tiltøkini, sum FE skipaði fyri í fjør. Tað
var flaggdagshaldið, ein túrur til Hvannasunds tann 17. mai, Kristi
himmalferðardag, miðsummargrill tann 23. juni, MC-Boogie 1. september,
samanskotsgildið var í fjør heyst, Torbjørn Brocks bryggjaði jólagløggin í
fjør, og á nýggjárinum fingu vit ta nógv umrøddu klippikortskipanina í Føroyum.
Í tí sambandi var Eyðun Berg løgreglumaður í hølunum og greiddi frá, hvussu hon
virkar. Veðurfrøðingurin Petur Skeel var í felagnum og greiddi frá
veðurlagsvísindum. Og Eirikur og Sonne vístu myndir frá ávikavist
Skotlands-Írlands-ferð og Aruba-ferð.
Formaðurin fíltist á, at ov fáir limir møta til felags
tiltøk. Tí verður farið undir at savna øll telefonnummur hjá limunum og leggja
tey út á sms-skipanina, men hann legði áherðslu á, at er onkur limur, sum ikki
vil hava sítt telefonnummar lagt út á sms-skipanina, so er at siga frá.
Limatalið í FE stendur mest sum í stað. Fleiri nýggir
limir eru komnir, og fleiri gamlir eru strikaðir, millum annað tí at
viðurskiftini viðvíkjandi limagjaldi fingust ikki í rættlag. Limagjaldið eigur
at verða goldið innan tríggjar mánaðir sambært reglugerðini.
Formaðurin hevði eina heilsan frá Victor Carlsen, sum
aftur skipar fyri MC-gudstænastu. Henda gudstænasta verður í Hoyvíkar kirkju leygardagin
12. apríl klokkan 16. Men áðrenn gudstænastuna verður skipað fyri tiltaki í
skúlanum í Hoydølum. Alt hetta er kunnað um á heimasíðuni hjá Holy Riders: www.cross-bikers.com. Her eru allar
dagførdar upplýsingar.
Fyrsta stóra tiltakið hjá felagnum í ár er tann siðbundni
túrurin hjá ellisakførum Flaggdagin, 25. apríl, frá Shell-støðini við Ringvegin
í Havn.
Felagið roknar við, at mong ellisakfør vera aftur í ár.
Tað er, at veteranbilarnir í Brunninum undir Gráasteini og allar tær gomlu
motorsúkklurnar verða tiknar út og fara at koyra Flaggdagin.
Til seinast takkaði
Samanumtikið ein góður og hugnaligur aðalfundur.