Rabarbukøka

 

Deiggj:

270 gr. Hveitimjøl

3 spísk. Sukur

200 gr. Smør

3-5 spísk. Kalt vatn

Blanda hveiti og melis saman, sker smørið smátt og samla deiggið við tí kalda vatninum. Lat deiggið standa í kuldaskápi uml. 30 min. Áðrenn tað verður rullað út.

 

Fylla:

1 dl. Eplahveiti ístaðin kann nýtast “Idealjavning” til rabarbugreyt

1 dl. Sukur

2- 3 tesk. Vaniljusukur

Rabarbur eftir egnum tørvi...!

 

Framferð:

Smyr tertuformin umleið 24 cm í ummál.

Rulla deiggið út (tunt).

Beklað formin við deigginum, prikka deiggi við gafli.

Legg rabarbur í, stroyið fyllublandingina omaná.

Brúka restina av deigginum kann brúkast til pynt.

Baka uml. 30 min. við 200º C.

Havi ís, róma ella súrróma afturvið.