|
Tiltøk
Virkisskráin hjá okkum:
-
Jólahugni mánakvøldið 19. desember kl. 20:00.
-
20 áraveitslan hjá Føroya Ellisakførum 4. februar. Meira kunning seinni.
-
Tunnusláing 18. februar kl. 19:00.
-
Ársaðalfundur 17. mars kl. 16:00.
-
Flaggdagshaldið 25. apríl. Vit møta stundisliga kl. 14:00 Yviri við Strond í hølum felagsins.
-
Útferð Kristi Himmalferðardag 17. mai. Meira kunning seinni.
-
Miðsummargrill leygardagin 23. juni.
Onnur møgulig tiltøk verða lýst nærri á okkara heimasíðu www.ellisakfor.com og/ella við sms-boðum.
Annars skipa vit fyri hugnakvøldum við myndum og frásagnum frá eitt nú ferðum, sum limir okkara hava upplivað í farnu tíð. Eisini hesi tiltøk verða lýst nærri á heimasíðu okkara og/ella sms-boðum so hvørt onkur hevur hug at sýna nakað fram. Hevur tú nakað upp á hjarta við myndum ella onkrari frásøgn ella – you name it – so skriva til info@ellisakfor.com ella ein av okkara nevndarlimum.
Skrá fyri summarið 2011
Mánadagin 25. apríl 2011: Flaggdagskoyring. Vit koyra kl. 1400 stundisliga frá felagshølunum runt Havnini.
Leygardagin 7. mei 2011: MC- boogie ( Føroya-MC skipar fyri) Sí nærri á http://www.foroya-mc.fo
Mánakvøld: 30. mei kl. 20.00: Limafundur við maka. Hensia & Finn vísa hvussu tey pakka MC til uttanlandaferð og kunning um ætlað uttanlandaferð í 2012- Sí nærri undir fyribils skrá 2012
Kristi himmalferðadagur (Hósdag) 2. juni kl. 1300: Familjuútferð til Nólsoyar. Ferðaleiðari verður Jens-Kjeld Jensen. M/F Ternan siglir kl. 13:00 av Bursatanga og úr Nólsoy aftur kl 16:45 og 19:25
Leygardagin 18. juni Kl. 1400: Grill á Tjarnargarði (Marinustøðin) - Koyring við børnum og gomlum fólkum - Pylsur o.a. gott frá grillini - ókeypis tiltak.
Fríggjadagin 12., 13. og 14. august: Dalur. Vikuskiftisferð við ella uttan tjald. Kostnaður uml. kr. 50,00/fólk/nátt - til ber at koma longu hóskvøldið. Betri kunning seinni.
Leygardagin 3.september: MC-Boogie. Betri kunning seinni.
Okt./nov. Myndakvøld -ljósbíløt úr Føroyum frá 1970´unum.
Okt/nov. Plátuspælarin - LP'ir frá 70- og 80´unum - Og ein góður biti!
Mánakvøldið 19. desember: Gløgg og holukøkur
Úr fyribilsskráni fyri 2012
Leygardagin 4. februar 2012: 20 ára veitsla - Raðkoyring í Havn (Velst um veður og vind) Meira kunning seinni.
Uml. mánaðarskiftið juni/juli 2012: Uttanlandsferð til Svørikis - 1 vika á harragarði frá 1790. Norðanfyri Vænaran. Koyrið sjálvi til og frá í bili, á MC, ella á rulluskoytum. Max 15 fólk - Først til mølle! 7 tveymanskømur og 1 eittmanskamar - Prísur uml. 1500,00 / fólk uttan ferðing og mat - Bert uppihald!! Bindandi tekning áðrenn 1. august 2011. Depositum, kr. 500,00/fólk, má gjaldast við tilmelding. Meira kunning á limafundi mánakvøldið 30. mei 2011 kl. 20:00. - Ferðin er treytað av at nóg stór luttøka verður.
Sí link: http://www.dancenter.dk/sverige/sommerhus/varml-dalsl-vastergotl/varmland-sodra/37475?persons=10&ag=9999215
Skrá fyri summarið 2010
MC-Guðstænasta 24 apríl (Cross Bikers) Sí skrá
Flaggdagur 25. apríl
MC-Boogie 01.mai (Føroya-MC)
Kristihimmalferðardagur 13. mai. Ferðin gongur til Vágarnar. Vit hittast í Hølunum hjá Føroya Ellisakførum Yviri við Strond kl. 11:30. Koyrt verður stundisliga kl. 12:00. Vitja verður í Kálvalíð, og síðan verður koyrt gjøgnum bygdirnar til vit koma til Gásadals, har vit fara at Grilla. Tit, ið eiga Ellisakførð, møtið fjølment - annars vóna vit at síggja flest møguligar av okkara limum saman við síni familju, til hetta afturvendandi tiltak.
Miðsummargrill 19.juni (útsett til terrassan er liðug)
Dalsferðin 21. august
MC-Boogie 04. september
Dalstúrurin
Skráin fyri útferðina hendan:
Leygardagin 22/8-09
Ábit í felagshølinum hjá FE yviri við Strond í Havn kl. 10.45
Koyrt verður frá felagshølinum til Gomlurætt kl. 12:45.
Teistin siglir frá Gomlurætt kl. 13:15
Komin til Skopunar koyra vit til bygdirnar, Sandur, Skálavík og Húsavík at vísa akførini fram, aðrenn farið verður til Dals har vit riggar til tjald og /ella uppreiðing í Eiriksgarði, har vit gista. Um kvøldið grilla og hugna vit okkum í Eiriksgarði í Dali - inni ella úti, sum tað nú viðrar.
Sunnudagin 23/8-09
Morgunmatur áðrenn farið verður í kirkju í Dali. Til tey sum hava hug til tað.
Um onkur er blivin svangur aftur, so opnar Statoil-støðin, heima á Sandi kl. 14:00, har møguleiki er at keypa nýstokt "havnarriv"
Um áhugi er fyri tí, so fara vit uml. kl. 1400 felagstúr til Sands har vit vitja Bygdarsavnið á Sandi.
Vit fara norðuraftur seinrapartin. (16:30 úr Skopun)
Tiltakið er ókeypis fyri limir FE's, og tit skulu einans gjalda fyri ferðing: Gomlurætt - Skopun og aftur:
Vaksin (Eldri enn 16 ár): Kr. 40,00. Børn: Kr. 20,00
Bilar: Kr. 140,00
Motorsúkklur: Kr. 40,00
Gisting í egnum tjaldi ella gisting á madrassu í Eiriksgarði (Havið soviposa við!)
Fylgandi hentleikar eru í Eiriksgarði
Brúsa (kostar kr. 20,- í 8 min - Minnst til 20-krónustykkir!)
FE bjóðar pylsur, oksabúffar/grillspjótt og breyð/bakieplir leygarkvøldið, og morgunmat sunnumorgun. Kaffi / te verður at fáa allan dagin.
Havið sjálvi við: Matpakka til leygardagin seinnapartin, drekkivørur, 20-krónustykkir og gott lag!
Og so hevur FE fingið eitt gott tilboð frá Sands Kunningarstovu:
"Nú er møguleiki fyri at síga í 300 m hædd í Lonini vestanfyri á Sandoynni."
Koyrt verður til Søltuvíkar úr Dali leygarmorgun kl. 09:15 har ferðaleiðari vísir veg til Lonina. Gongutúrurin tekur uml. 1 tíma og 15 min. Síðani verður kaffi/te og føroyskur viðskeri bjóðaður í húsinum í Lonini. Eftir tað verður so sigið. Tó skal tað sigast at um ein ikki sígur so kann viðkomandi sagtans fáa ein frálíkan túr kortini. Náttúran er stórsligin og vøkur.
At ganga heimaftur tekur uml. 45 min. Vit er aftur í Søltuvík uml. kl. 15:45 og koyra so aftur til Dals har vit koma kl. uml. 16:00.
Skilagott er at hava heit og góð klæði við á túrinum."
Kostnaðurin er Kr. 1.000,- pr. Høvd. Minimum 10 fólk mugu hava melda seg til, og goldið fyri tiltakið aðrenn týsdagin 18. august kl. 18:00. Um færri enn 10 fólk melda seg til, ella um luttakaranir ikki kunnu semjast um at gjalda minimum kr. 10.000,00 fyri tiltakið, verður tað av ongum. Vanligur prísur er Kr. 17.000,- fyri 10 fólk.
Setið tykkum í samband við Finn á tlf 238851, ella teldupost: finnj@notin.fo, skjótast gjørligt. Og ikki seinri enn 18. august kl. 18:00, um tit ætla at taka av hesum frálíka tilboði!!
Gevið gætur:
Neyðugt at fara suður fríggjadagin 21/8-09 seinnapartin, ella 08:45 leygarmorgunin av Gomlurætt til Skopunar um ein ynskir at taka av tilboðnum frá Sands Kunningarstovu um at síga leygardagin 22.august fyrrapart!
Skrá fyri summari 2009
Summarskráin er henda:
· Flaggdagshaldi 25. apríl, hittast yviri við Strond kl.13.00
· Kristihimmalferðadag 21. mai við ellisakførum til Elduvíkar
· Miðsummargrill 20. juni
· Útferð til Dals við tjaldi - vikuskifti hin 21, 22 og 23. august – møguleiki er eisini at gista innandura.
· MC Boogie 05. september Skráin
Annars er ætlanin, at SMS ketan boðar frá tá felags koyring er við “Ellisakførum” og fyri tey, ið eru MC áhugaði, vera fráboðaði fyri seg.
---------------------------------------------------
Skrá fyri veturin 2008/2009
Ruddingardagur í Brunninum Í november (boð vera givin nær) er ætlanin at hava ein ruddingardag í Brunninum. Heitt verður á eigarar av akførunum, sum standa inni í Brunninum, um at hjálpa til við at flyta teir ymisku bilarnar.
Jólagløgg í desember 22.
Aðalfundurin 14 mars 2009 kl. 16.
Flaggdagskoyringin verður 25 apríl 2009
Eisini vera onnur hugnakvøld og tiltøk. Fylgið við her.
------------------------------------------------------------------------
21. juni hava vit miðsummarsgrill
16. August fara vit til Dals. Í Dali ber til at sova í tjaldi á tjaldingarstað. Eisini er møguligt at sova á vallaraheimi.
6. september MC-Boogie. Vit fara til Suðuroyar
MC Boogie 3/5-08
MC Boogie verður leygardagin 3. mai.
Møtt verður við Shellstøðina við Ringvegin kl. 10, og felagstúrurin byrjar kl. 11. Síðani gongur leiðin norður eftir Sundalagnum, uppum Eiðsskarð og vestur eftir. Steðga verður í Miðvági til kaffi, køkur, ymiskar kappingar og hugnaligt prát. Øll eru vælkomin!
Kl. 19 verður ein veitsla í felagshúsinum á Velbastaðvegnum í Havn. Tilmelding til veitsluna á tlf. 211072, áðrenn mikudagin 30. apríl.
Føroya MC
Nýggja nevndin er í ferð við at leggja tilrættis tiltøk fyri árið.
Fyrsta tiltakið verður flaggdagin. Nærri fæst at vita fyrsta dagin um flaggdagskoyringina.
Klipp Klipp, Klipp Klipp!
Framløga um nýggju “Klippikortskipanina" verður í hølum felagsins mánakvøldið hin 14 januar 2008 kl. 20:30 stundisliga. Avtala er fingin í lag við Eyðun Berg frá Løgregluni – um at hava eina Power Point framløgu um nýggju “Klippikortskipanina”, ið kom í gildið 1. januar í ár.
Aftaná framløguna er møguleiki fyri at seta spurningar og kjakast um evnið.
Tiltøk í 2007
MC-Boogie verður 1. Septembur 2007
Hesaferð er ætlanin at fara ein túr út í Kallsoy.
Vit hittast í felagshølinum hjá FE yviri við Strond 22 kl. 11.00. Koyrt verður kl. 12.00 stundisliga til Shell-støðina norðuri við Streym, uml. kl. 13.15 verður fari víðari til Klaksvíkar, tó við einum stuttum steðgi við rundkoyringina við Skálafjørðin. Kl. 14.15 verður fari við "Sam" yvir á Kallsoynna. Fari verður yvir um aftur til Klaksvíkar kl. 17.35, - við vón um ein frálikan MC-Boogie túr.
Miðsummarsgrill
Skipa verður fyri sokallaðum "Miðsummargrill" í og uttanfyri felagshølinum yviri við Strond nú leygardagin kl. 17.00 hin 23. juni fyri limum hjá FE og øllum húski teirra við vón um, at hetta kann verða eitt afturvendandi tiltak, ið kann verða til at samansjóða okkum í felagnum enn meira, við einum slíkum tiltaki á longsta degi í árinum.
Tað verður gjørt alt fyri at matur og alt í tí hoyrir til, verður ein ógloymandi "Gastronomi", saman við fleiri grillum og framúrskarandi "grillmeistarum" fer at eydnast,- og fyri tey í hava hug, er møguleikin at hugna sær víðari út á kvøldi inni í hølinum áðrenn fari verði til húsa.
Fyrsta tiltakið nýggja nevndin hevur sett sær fyri, er flaggdagskoyringin. Sum vanligt er, so møtast vit á Shell við Ringvegin kl. 14:00 Síðani verður koyrt í raðkoyring oman á Kongabrúnna. Kl. 17:00 verður koyrt út til felagshúsið, har felagið bjóðar ein drekkam.
Kristi himmalferðardag 17 mei verður útferð. Hesuferð liggur leiðin í Norðoyggjar. Vit vitja m.a. motorsavnið í Hvannasundi. Vit møtast í felagshúsinum kl. 10:00 og síðani verður lagt avstað norðureftir. Vit hava grilluna við okkum.
Tiltøk í 2006
MC-boogie fyri 10. ferð
MC-boogie verður 2. september 2006. Vit møtast við hølini hjá FE Yviri við Strond 22 kl. 1100, har kaffi verður boðið.Kl. 1200 fara vit norður eftir, har steðgað verður við Shellstøðina við Streymin í tíðarbilinum kl. 1245 - 1315. Kl. 1315 koyra vit til Klakksvíkar yvir Eiðisskarð. Væntandi koma vit til Klakksvíkar kl. 1415, har vit fyri bíligan pening fáa ábit í hølunum hjá MS-felagnum hjá klakksvíksingum undir Shellstøini á Varpinum.
Kl. 1600 fara vit til Havnar aftur.
Kl. 1900 verður veitsla í Kagganum.
Tey sum ætla sær í veitsluna vera biðin um at tekna seg á telefon 223101.
Kostnaður Kr. 300,-
Møtið fjølment!
Ólavsøkuframsýning
Aftur í ár verður Ólavsøkuframsýning. Hesaferð verður tað í nýggju stásiligu hølunum hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Nógv spennandi akfør vera við, sum ikki hava verið við áður.
Tunnilskoyring
Eisini verður koyring nú Norðoyartunnilin letur upp. Vit møtast í Leirvík leygarmorgunin kl. 10:30 við tunnilsmunnan.
Flaggdagskoyring.
Sum sigur er, verða ellisakførini "flotaði" aftur á flaggdegnum. Vit møtast á Shellstøðini við Ringvegin og koyra oman á Kongabrúnna kl 14. Har akførini vera sýnd framm. Aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum verður koyrt niðan aftur á Shellstøðina, har akførini vera sýnd framm til kl. 17. Shellstøðin bjóðar kaffi og køkur. Og børnini fáa eisini okkurt gott.
Tiltøk í 2005
-
25 apríl: Flaggdagskoyring. Vikuna frammanundan verður framsýning av ellisakførum í SMS.
-
29 mei: Grill í Svínáum hjá Eiriki. Hetta tiltak er avlýst.
-
25 juni: Túrur á Slættaratind. Hetta tiltak er avlýst. Ætlanin er at koma við onkrum øðrum í staðin.
-
9 juli: Túrurin til Gjáar. Farið verður frá felagshúsinum Yviri við Strond kl. 15:00 Eysturoyingar, vágafólk og norðoyingar kunnu eisini koma uppí fylgið ávegis ella við Gjógv.
-
28 til 31 juli: Ólavsøku framsýning. Enn er óvist hvar framsýningin verður. Framsýningin í ár er avlýst.
-
13 august: Ruddingardagur við felagshúsið Yviri við Strond
-
3 september: MC Boogie til Sandoy. Sí skráð
-
26 november: "Sammenskudsgilde" í felagshúsinum Yviri við Strond. Teknið tykkum hjá Anders á
-
telefon 216300
Innbjóðing9 juli er ætlanin at foreldrabólkurin at børnum við krabbameini skipar fyri einum hvørjum fyribørnum sínumí Gjáargarði við Gjógv. Foreldrabólkurin vónar, at onkrir av limum okkara vilja koma norður hetta kvøldið so vit kunnukoyra ein stuttan túr við børnunum. Hetta hevði glett tey almikið.
Ætlanin hjá nevndini er, at ellisakførini skulu vera meira sjónlig. Vit vilja tí heita á limir um at møta til tiltøkini og eggja øðrum eisini at koma við ellisakførum. Tá veðrið er til vildar, verður skipað fyri koyring hóskvøld frá Brunninum. Kunna verður um hetta við telefon/telduposti/sms-ketu.
Tiltøk 2004
-
9.-14 Juni. Hetlendingar vitja henda vegin. Skráđ.
-
4.-9 Juni. Hetlandstúrur. Hetlendingar hava boðið FE luttøku á teirra "Shetland Classic Motor Show", men sjálvandi ber til at koma við uttan ellisakfar. Tekni tykkum skjótast gjørligt hjá Inga á tlf. 217813 ella Hans Jørn á 212112. Lýsing og prísir.Skráđ.
-
25. Apríl. Flaggdagskoyring.
-
6. Mars. Aðalfundur verður í hølum felagsins kl. 16.00. Skrá sambært lógum felagsins, og aftaná bjóðar felagið okkurt gott.
Tiltøk 2003
-
8. December. Hugnakvøld við gløgg og holukøkum í felagshølunum.
-
25. Oktober. Hugnakvøld fyri limir við maka í felagshølunum Yviri við Strond kl. 19.00. Tekning á tlf. 217813
-
18 - 22. September. Felagið fyri ellisakfør í Hetlandi hevur vent sær til okkara og bjóða okkum luttøku í einari stevnu í juni 2004.Á somu stevnu í 2002 luttóku 150 bilar og 150 motorsúkklur. Í hesum sambandi ætla vit at gera eitt rend til Hetlands við Norrønu frá 18 - 22 sept. fyri at vitja teir og hoyra nærri um tiltakið. 4 bilar fara avstað, og tað hevði verið stuttligt, um fleiri (eisini ellismotorsúkklur) høvdu áhuga. Prísurin er yvirkomiligur og nærri fæst at vita við at ringja til Inga á tlf. 217813 ella Hans Jørn á 318385.
-
6-7 September. MC Boogie Suðuroy. Skrá
-
6.Juli. Varmakeldustevna í Fuglafirði. Tiltakið er frá kl. 15 til 17, og limirnir úr Havn møta Yviri við Strond kl. 13.30. 24 -31 Mai."Event of the Year" fyri MC-fólkið. Hesir dagarnar verða Føroyar "opið hús" fyri "bikarar" úr øðrum londum. Vantandi koma yvir 100 MC'ir hendavegin, og nógv áhugavert verður fyri teir/tær lokalu eisini t.d. felagstúrur tann 29. mai. Skrá og nærri frágreiðing er at finna her: www.blueberetsmc.com
-
10. Mai. Familju-picnic til Tindhólm. Fara úr Havn kl. 11.00 og møta limum norðanífrá í Kollafirði kl. 11.20. Siglt verður úr Sørvági út í Hólmin. Evt. verður eisini vitjað í Bø. Minnist til matkurvina. Báturin kostar um 70,- kr per persón umframt 40,- kr fyri at trakka í land. Um veðrið vil nakað annað verður farið 17. mai í staðin.
-
25. Apríl. Flaggdagskoyring. Vit møtast á Shell-støðini við Ringvegin kl. 14.00. Síðan verður raðkoyring oman á Kongabrúnna, har stillað verður upp. Aftaná Flaggdagshaldið í miðbýnum koyra vit niðan aftur á Shell-støðina á Ringvegnum. Har standa akførini til uml. kl. 18 og Shell bjóðar kaffi og wienarbreyð til tey vaksnu og børnini fáa saft og fløgg.
-
22. Mars. Aðalfundur verður í hølum felagsins kl. 15.00. Aftaná bjóðar felagið okkurt gott. Skrá sambært lógum felagsins.
Tiltøk 2002
-
16. December: Hugnakvøld við gløgg og holukøkum í felagshølunum.
-
10. December: Undirsjóvartunnilin opnar. FE luttekur í hátíðarhaldinum. Gomlu bilarnir møtast á ferjuleguni við Oyrargjógv at taka ímóti teimum "prominentu" kl. 12.30. Teir verða síðani koyrdir yvir til tunnilsmunnan, har sjálvt hátíðarhaldið skal vera. Aftaná koyra vit ígjøgnum tunnilin yvir á Streymoynna, runt í rundkoyringini og síðani yvir aftur í Vágar. Tiltakið er sjálvandi eisini fyri limir á motorsúklu. Bert er at vóna, at veðrið verður við okkum. Farið verður úr felagshølinum kl. 11.00. |