Gomul tíðindi

Aftur

 

Flaggdagskoyringin 2010

Myndir frá degnum

 

 


Aðalfundurin 2010 

Vinstru megin Páll Jarnfoss, sum kom inn fyri Hans Korsgaard. Og høgru megin Otto Rubeksen
sum kom inn sum grannskoðari ístaðin fyri Thorbjørn Brocks. 


Hans Korsgaard ynskti at sleppa úr nevndini.

Myndir 

 

 Koyring við royndarspjøldrum

Lesið um treytirnar her


 

Føroya Ellisakfør á Facebook

Nú er profilur upprættaður á Facebook.
Vónandi kann tað vera við til at felagið gerst enn meira livandi og virkið.

Vitja www.facebook.com og skráset teg sum brúkara.


      

Halt vikuskiftisfrí á norðastu bygd í Føroyum

 

       Hotell Norð bjóðar viðskiftafólki til Viðareiðis at hava vikuskiftisfrí í umhvørvið, ið verður 
mett at verða eitt av vakrastu støðum í Føroyum. Kostnaðurin er fyri bólkar 
ímillum 20 til 30 persónar Kr. 425,00 fyri hvønn, - tá er íroknað trý rættaður døgurði 
við gisting á dupultkamari við morgunmati. Um farið verður leygardag, er høvi at 
fara til guðstænastu í Viðareiðis kirkju áðrenn farið verður heim aftur sunnudagin.            

        

 

   

Mánakvøldið 8. Mars vóru umboð frá TRYGD og greiddu frá hvørjir møguleikar eru fyri at tryggja ellisakfør.

TRYGD varð umboða við einum tryggingarráðgeva, Tórður Debes, Og einum bilsýnsmanni,
Steinbjørn í Lambanum.


 

 

Tunnusláingin 2010


Jóhan Jacobsen gjørdist køttukongur - hann hevði nevniliga fyrsta og
seinasta slagið - Anders stóð fyri matinum, ið var framúr góður
oksagrýturættur við Madagaskarpiparsovs við bakaðum asparges eplum og
frálíkari fruktdessert frá Marjun.
Eisini í fjør bleiv sligið tunnu. Og tað sær út til at undirtøka er fyri hesum, so
helst verður hetta eitt afturvendandi tiltak hjá felganum.

Myndir frá tunnusláingini


 Smyril-Line vitjaði Føroya Ellisakfør

 Menn vístu stórt forvitni tá Martin Joensen umboðsmaður frá Smyril-line greiddi frá sera
forvitnisligu tilboðunum, ið hann hevði við í skjáttuni hetta mánakvøldið hann vitjaði Føroya Ellisakfør.
Martin legði dent á, at tey á Smyril-Line eru tilreiðar at svara øðrum spurningum í hesum sambandi.

Takið tilboðið niður her


Kovboy film
presenterar:

Faroe Islands Vintage Vehicles

Nú ber til at síggja filmin sum bleiv tikin upp á flaggdagin.

Hetta er ein av mongum filmum sum skulu lýsa Føroyar sum
ferðamannaland.

 


 

Morganklubbur vitjar Føroya Ellisakfør

Sí myndir frá vitjanini her

 

Ein av limunum, Erik Fay, kemur aftur longu 21/9-09, við uml. 10 ellisakførum. M.a. Ford A.


MC-Boogie 5. september 2009 

Myndir frá túrinum


 

Ferðafrásøgn frá Dalstúrinum


 

Konufólki dámar best Nimbus

 

Leygardagin, 8. august klokkan 11 hittust Nimbus-fjepparar í hølunum hjá Ellisakførum yviri við Strond í Havn.

Finn, nevndarlimur og Nimbus-freak-nørdur, hevði fingið samband á Facebook við Lise Herskind,
konu Preben Herskind. Lise er systir Vibeke Ingvardsson, sum býr við Norðskála. Lise og Preben skuldu í brúdleyp hjá dóttur
Vibeke í Havn, og Finn heitti á Preben um at koma at vitja okkum í Føroya Ellisakførum. Har var leyst og liðugt alt fyri eitt.

Preben rekur fyritøku nærindis Holbæk á Sjællandi í Danmark, har han umvælir Nimbus motorsúklur.
 
Fýra Nimbus-súkklur kom til tiltakið. Fáar í tali, men rokna við um í prosentum, so vóru eini 30 prosent av teimum
koyrandi Nimbus-mototsúkklunum í Føroyum umboðað. Menn vita um 18 Nimbus'ar í Føroyum. 13 koyra og fimm eru sonevnd pappeskjuprosjekt.

Til stuttleika kann nevnast, at Nimbus er helst tað motorsúkklumerkið í Føroyum, sum konufólki dámar best!
Tríggir av eigararnum av hesum 13 koyrandi Nimbus'unum eru konufólk.

Elsta "føroyska" Nimbus (frá 1936) var ikki við, men eigararnir, Jonvør úr Sørvági og maður hennara Esbern,
møttu upp.Tað gjørdi Per B. Rasmussen, sum hevur arbeitt í Føroyum í mong ár eisini. Hann er nú farin frá fyri aldur og var heima og vitjaði.
Per koyrir dagliga á síni militer-Nimbus í Skagen í Danmark. Pápi Finn, Jesper, og Per arbeiddu saman í mong ár á radarstøðini í Mjørkadali.

Ingun Olsen av Toftum kom við síni Sport frá 1939, Joa Joensen úr Klaksvík, eisini við einum  1939'ara, Finn við
síni FØ 45 frá 1945 og Heirgeir Petersen við sín flottu Nimbus frá 1950.

Preben Herskind er Nimbus-serfrøðingur. Hann vísti á eitt nú  karburatorar, stell og lyktir ... og segði beinanvegin: 
"Hendan er frá 1938, handan frá 1950 ...", o.s.fr. Imponerandi!

Hann kom við góðum ráðum um viðlíkahald og stillaði okkurt smávegis á onkrari súkklu ... Óneyðugt var at
skrúva upp á Humlebierne, gott, gamalt danskt kramm!

Nógv fólk komu inn, og hetta var ein sera hugnaligur dagur í góðveðrinum yviri við Strond!

Alt í alt ein væleyðnaður dagur.

 

Sonne

Myndir frá Nimbusdegnum


Grillroykurin fylgir Anders

Stuttligt so áhittin ellisakfarsfólk eru í góðum veðri. Tann víðagitna grillin hjá Ellisakførum – ella hjá Anders Berg? – varð sett
upp við MC-Søluna hjá Andersi í Slættanesgøtu í Havn leygardagin, Jákupsdag, 25. juli 2009.
Ivaleyst eftir einum snarhugskoti hjá onkrum ellisakfarsfólki við sítt fulla vit.

SMS-ketan ringdi:

Góði limur.
Í  góðveðrinum í dag kl. 16.00 verður grillað hjá MC-Søluni við Velbastaðvegin. Møtið fjølment!

Og tað var ikki eiti á. Kvinnur og menn, yvirhøvur á MC-baki, akaðu sær í stórum flokki út í Slættanesgøtu (beint við Föroya Bjór).
Sjálvt Árni C og Píka-Petur komu at fáa sær pylsur og appilsinsaft og pappcola. Ja, undirritaði hevði ikki etið
síðan henda sama morgun, so ... Óført tiltak! Gott at fróir skemtarar eru í hesum viðeiriliga og tignarliga felagsskapi: Ellisakførum.
Verri var tað heldur ikki, at Finnur Jaspursson úr Burgundarhólmi var landsgóðkendur grillmeistari henda dagin.
Á brøttu bringu burgundarhólmsmansins stóð: Finn Jespersen, grillmeistari. Sum vant í góðum lag og so gávumildur,
at sjálvt tann svangasti fekk kveylað allar tær pylsur í seg, honum lysti.

Frálíkt! Gott! Meira av hesum, tit – hóast alt – ljósu, mosavaksnu høvd!

Sonne

Myndir frá tiltakinum


Innbjóðing úr Fuglafirði

Leygardagin 2 mei 2009 verður serligt mentunartiltak í Fuglafirði.
"Tað hevði glett okkum at sæð ellisakfør eisini á hesum degi" sigur formaðurin
í Ítróttarfelag Fuglafjarðar, Ólavur Larsen. Serliga er tað ímillum kl. 17 og 18 tað
snýr seg um ellisakfør. Fuglfirðingar siga at tey sum koma, skulu ikki fara svong
avstað aftur. Teir bjóða nevniliga okkurt undir tonnina og okkurt at drekka inni
í Mentanarhúsinum.



MC-Boogie 2. mei 2009.

Føroya MC hevur sent okkum soljóðandi skriv:

So er tíðin komin til Mc Boogie 2009

 

Leygardagin kl 11:30 verður møtt uppi við Magn á Ringvegnum.

Koyrt verður til Magn í Gøtudali, har tað verður steðga til ein kaffimunn ella hvat fólk nú vilja hava.

So verður fari til Klaksvíkar ein rundtúr. 

 

Heilsan 

             Føroya Mc

 

 


 

Tíðindaskriv frá Cross-Bikers og MC Føroyar

 

So er endalig avgerð tikin um, at leygardagin, tann 18. apríl verður stórt MC-tiltak á økinum
hjá RC-felagnum á Velbastaðhálsi.

Tað gleðir okkum, at vit, saman við RC-felagnum kunnu skipa fyri hesum degi, har RC-felagið
hevur lovað okkum eina framsýning av teirra flogførum og skipum.
Tað fer at bera til at skifta ímillum sjálvan flogvøllin og tjørnina.
Harumframt verður eisini felagstiltak við grill og øðrum til felags hugna.

Byrjað verður kl. 11.30 og hildið verður á til uml. kl. 14.15, tá vit samlast til felagskoyring.
Koyrt verður frá økinum til Kirkjubøar, har vent verður í Sugguni og so beinleiðis
koyrt til Havnar eftir Velbastaðvegnum, heim í Miðbýin og út eftir Strondvegnum og runt Ringvegin,
oman eftir Landavegnum og beinleiðs heim í Ebenezer, har parkerað verður á norðursíðuni,
har pláss er sett av til súkklurnar. Tað ber eisini til at ganga inn beinleiðis frá P-økinum.

Nærri verður kunngjørt um skránna fyri sjálva Gudstænastuna, men longu nú er greitt, at bæði Ebenezer-kórið
og Dupeltkvartettin koma at syngja, umframt okkurt yvirraskilsi eisini kemur. Eisini verður ein stutt tala og
felagssangur á skránni. Eftir gudstænastuna verður bjóðað til stand-up kaffihugna í niðara sali.
Eisini fer at bera til at síggja sjálvt húsið, nú tað nýliga er umvælt.

--

Vinarliga vegna Cross-Bikers MC Føroyar

 


Vetrarskráin

 

Aftur í ár skipar Thorbjørn Brochs fyri jóla hugna afturvið holukøkum og gløgg fyri limir við familju, 
sum hesaferð verður seinasta mánakvøldi í árinum fyri jól, ið eisini er okkara regluliga limakvøld hin 22. desember.

Aðalfundur er ásettur at verða leygardagin hin 14. mars 2009 kl. 16.00. 
Verður lýstur nærri á heimasíðu okkara www.ellisakfor.com

Afturvendandi flaggdagskoyringin verður 25, apríl.

Onnur tiltøk, ið skuldi komi fyri, verða lýst nærri á okkara heimasíðu og/ella við SMS boðum.

Annars koma vit at skipa fyri hugna kvøldum við myndum frá ferðum og annað, ið limir 
okkara hava uppliva í summar v.m. Hesi verða eisini lýst nærri http://www.ellisakfor.com/  so hvørt, 
onkur hevur nakað uppá hjarta at sýna fram, kann boðast frá til info@ellisakfor.com

Sí eisini Tiltøk

 


Fotoframsýning í Norðurlandahúsinum

Okkara frændir fyri vestan, Íslendingar, hava boðið limunum í Føroya Ellisakførum 
 at vera við til setanina av fotoframsýning í Norðurlandahúsinum.

Limunum stendur í boði at vera við til setanina sunnudagin 22 feb. 2009 kl. 16:00.
Framsýningin sum lutakaranir kalla "Bygd - tað sum eygað ikki sær", er opin frá
22 februar til 15 mars 2009. 

Tey sum sýna framm eru:

Anna Jonna Ármannsdóttir, Einar Ásgeirsson, 
Elín Þórðardóttir, Georg Theodórsson,
Guðmar Guðjónsson, Helga Jörgensen,

Helgi Bjarnason, Kim Mortensen, Rafn Sigurbjörnsson
og Sæþór L. Jónsson.

Ein av lutakarunum, Georg Theodórsson, er limur í Føroya Ellisakførum.

Meira um framsýningina.

 


Tunnusláðing

Um nóg nógv tekna seg, verður skipa fyri tunnusláðing leygardagin 21. feb. kl. 18:00
hjá FE Yviri við Strond.
Tilmeldingarfreist er 16 feb á info@ellisakfor.com ella á lista í hølum felagsins,
Yviri við Strond, mánakvøld.


Jólahugni

     

Aftur í ár skipaði Thorbjørn Brochs fyri jólahugna afturvið holukøkum og gløgg fyri limir við familju, 
sum hesaferð var mánakvøldið 22. desember.

Myndir frá kvøldinum


Nýtt portur

Sum liður í stórari ætlan við brunninum er nýtt portur sett í. Alt ov leingi hava
leigararnir havt ov nógvar trupuleikar við at fáa portri upp og niður.


Nýtt tíðindaskriv útkomið

Um onkur limur ikki hevur móttikið blaðið enn. Seti tykkum so í samband
við Ellisakfør t.d. við at senda ein t-post


 

Myndir frá MC Boogie


 

Myndir frá Dalstúrinum

 


Blaðið er júst sent út til limirnar

Um so er at onkur av limunum ikki hevur fingið blaðið, vendi tykkum so til felagið.
Teldupostur: info@ellisakfor.com

 


Myndir frá Vestmannatúrinum


Felagshúsið skal málast

Leygardagin 17 mei fara vit undir at mála húsið.
Onkur vindskeið er eisini rotin og má skiftast út.
Finn ferð at skipa fyri leygardagin. Tá er ætlanin at
koma eitt sindur áleiðis við hesum arbeiði. 
Okkum tørvar tí hjálp frá limunum til hetta arbeiðið.

 


Myndir frá MC Boogie 2008

Hjalmar saman við dóttrini og hundinum Huldu

Flaggdagurin

Eins og undanfarin ár so hittust vit aftur flaggdagin.
Á motorsúklum og við bilum samlaðust vit á Shell við Ringvegin.
Síðani koyrdi fylgið oman á Kongabrúnna. Onkur kvikaði sær 
niðan á Vaglið, fyri at fáa flaggdagsrøðuna við, meðan restin
var verðandi á Kongabrúnni. Síðani varð farið út í felagshúsið
Yviri við Strond, har borðreitt var við kaffi og køkum.
Ein væleyðnaður dagur. Sí myndir.


Nevndin skipað

Á nevndarfundi hóskvøldið 10. apríl 2008 skipaði nevndin seg soleiðis:

Eirikur Ó. Simonsen, formaður
Hans Korsgaard, næstformaður
Hans Jákup Michelsen, kassameistari
Páll Danielsen, skrivari
Finn Jespersen, Nevndarlimur og ábyrgd av Brunninum
Eykalimir eru Búgvi Apol og John Christiansen.
Sostatt er nevndin óbroytt.

 


Aðalfundurin varð sum ætlað 5. apríl 2008

Les meira her.

 

Aftur