Føroya Ellisakfør

Akfør

Myndir

Tiltøk

Góð mið

Marknaðurin

Reglugerð fyri Brunnin

Gerist limir

Tíðindablaðið

Matuppskriftir 

  T-postur

      

 

 

 

 

 

Føroya Ellisakfør

Tann 4. februar 1992 var fundur á Lærlingaheiminum í Tórshavn, og hendan dagin var felagið stovnað. 

Endamálið var at røkja áhugan fyri ellisakførum við felags tiltøkum og hugnaligari samveru.    

Síðan hevur felagið verið í støðugum vøkstri, og vit eru nú meira enn 140 limir. 

Tá felagið skipar fyri tiltøkum verður miðað eftir, at øll familjan kann luttaka.

Áhugin fyri at varveita gamlar bilar og motorsúklur hevur verið stórur seinastu árini. 

Onkur hevur t.d. verið í tí hepnu støðu at hava goymt sína gomlu motorsúklu í kjallarinum, 

har hon hevur ligið meir og minni gloymd, til ein knappliga er raknaður við og farin í holt við 

at seta hana í stand. Og enntá er eisini onkur bilur komin undan kavi á líknandi hátt. 

At nøkur av hesum akførum komu út aftur á vegin hevur vakt rættiligan ans fyri 

gomlum akførum í Føroyum.

Í Føroyum eru tó fá akfør, sum hava koyrt her upprunaliga, so neyðugt er at innflyta 

akfør úr útlondum fyri at nøkta tørvin. Summir leggja seg eftir akførum, sum hava verið 

býarmynd fyrr, meðan aðrir bert uppfylla sín dreym. Er akfarið meira enn 25 ára gamalt, 

so skal onki skrásetingargjald gjaldast, so hetta nýtist ikki at vera eitt kostnaðarmikið ítriv.

Tað er ikki neyðugt at eiga eitt akfar fyri at vera við í felagnum - bert áhugin er har. 

Vit hittast mánakvøld í felagshølunum Yviri við Strond til hugnaligt prát og ein kaffimunn. 

Nýggjastu bløðini liggja har og mangt og hvat verður havt á lofti. 

Limir í ellisakførum hava framíhjárætt til parkeringspláss í brunninum og har afturat 

fáa limirnir limablaðið "Tíðindablaðið Ellisakfør".

Nevnd frá 19 mars 2011

Eirikur Ó. Simonsen

Páll Jarnfoss 

Finn Jespersen, Nevndarlimur 

Petur J. Johannesen

Hans Jákup Michelsen 

Tiltakslimir eru:

Búgvi Apol og John Christiansen

---0--- 

Á aðalfundinum 14 mars 2009 vórðu viðtøkur felagsins broyttar. Lesið her

  ---0---

Føroya Ellisakfør gevur blaðið "Tíðindablaðið Ellisakfør" út. Í blaðnevndini sita:

Eirikur Ó. Simonsen

Páll Danielsen

Hølið er opið:

Mánadag frá kl. 20:00 til 22:00

Tel/Fax 318099

Teldupostur

www.ellisakfor.com

Bústaður:

Yviri við Strond 22, Box 3005, 100  Tórshavn

Sum limir í Føroya Ellisakførum fært tú:

  • Lagaliga trygging av ellisakførum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar og Trygd.

  • Tú fært "Tíðindablaðið Ellisakfør"

  • Rætt til at goyma ellisakfar í gamla vatnbrunninum undir Gráasteini, um pláss er.

  • Tú kanst verða til tiltøk, sum felagið skipar fyri

Tekna teg sum lim við at gjalda Kr. 400,- (ársgjald) á giro 68861 ella á konto 6460-420.464.8

Tú kanst eisini senda okkum ein T-post við navni og bústaði, ella venda tær til felagið mánakvøld millum kl. 20 og 22.