Føroya Ellisakfør

Akfør

Myndir

Tiltøk

Góð mið

Marknaðurin

Reglugerð fyri Brunnin

Gerist limir

Tíðindablaðið

Matuppskriftir 

T-postur

      

 

 

 

 

 

Vælkomin á heimasíðuna hjá Føroya Ellisakførum.

 

Pláss fyri lýsing

 

 

Pláss fyri lýsing

 

 

 

MC-Boogie verður 4. september

Síðsta tiltak í summarskránni 2010 er MC-Boogie.
Sum sigur er, so skipar Føroya MC fyri fyrra MC-Boogie, og
Føroyar Ellisakfør fyri seinna.

  Skráin fyri dagin:

Hittast í felagshølinum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond kl.12.00
Koyrt verður stundisliga kl.13.00
Kl.13.45 verður Støðgur hjá OK-Heilsølu í Hvalvík, har uppsamling verður av Mc´arum
Síðan verður koyrt til Saksunar, aftaná koyra vit norður til Fuglafjarðar eftir Eiðis skarði um viðrar.
Eftir ein rímiligan steðg verður farið eftir gamla vegnum til Lorvíkar, har vit enda túrin uttanfyri EFFO støðina.

 

Heilsan
vegna nevndina

Eirikur

 


Myndir frá Dalstúrinum 2010


 

Mortan Rasmussen vitjaði Føroyar Ellisakfør

 

Formaðurin í Eldrafelagnum, Mortan Rasmussen, vitjaði FE mánakvøldið 23. august.

Hansara ørindi vóru at heita á ánarar av ellisakførum um at koma við 1. oktober,
sum er altjóða eldradagur . Tórshavnar Kommuna stuðlar eisini tiltakinum.
Longu frá kl. 10:00 verður skipað fyri ymsum undirhaldi í Tórsgøtu, og hildið verður
á til út á seinnapartin.
Nú skuldi verið góð tíð til at fyrireika akførini til dagin.
FE vónar at limirnir vilja taka væl undir við hesum tiltaki.

Tit frætta meira um tiltakið seinni.



Myndir frá grilldegnum


 

Kristihimmalferðardagur 13. mei

Í góðverðinum Kristihimmalferðardag gekk leiðin vestur í Vágar.
Hans Elmar tók ímóti á Sandavágshálsi. Síðani leiddi Hans Elmar
okkum til Kálvalíð, har vit fingu eina rundvísing av sakkønum fólki.
Síðani koyrdu vit til Gásadals. Har varð grillað fyri allar pengarnar.
Frálíkur dagur.

Myndir frá túrinum

 


Myndir frá MC Boogie 1. mei 2010


Nevndin skipað 

Nevndin hevur í kvøld 22. mars 2010 skipað seg soleiðis:

Frá vinstru Petur Julian Johannessen Skrivari og kontaktpersónur fyri brunnin,
Eirikur Ólason Simonsen Formaður, Hans Jákup Michelsen Kassameistari,
Páll J. Jarnfoss kontaktpersónur fyri brunnin, Finn Jespersen Næstformaður og kontaktpersónur fyri brunnin.              

Eykalimirnir eru teir somu. Búgvi Apol og John Christiansen

----------

Á fundinum varð eisini sett út í kortið hvørji tiltøk vera í summar.

MC-Guðstænasta 17. apríl Guðstæanstan er útsett til 24 apríl (Cross Bikers)Sí skrá

Flaggdagur 25. apríl

MC-Boogie 01.mai (Føroya-MC)

Kristihimmalferðardagur 13. mai Sí skrá
 

Miðsummargrill 19.juni

Dalsferðin 21. august

MC-Boogie 04. september

 


Gomul tíðindi

 
 

 
 
 

        Hevur tú áhuga fyri ellisakførum, so er tú komin á rætta stað.

Vit eru eitt felag í støðugum vøkstri, og vit hava


        
        altíð pláss fyri einum afturat. Vit hittast hvørt mánakvøld í okkara hugnaligu felagshølum.

Føroya Ellisakfør, Yviri við Strond 22, 100  Tórshavn  Tlf.  318099 og 228099