MC-Boogie hjá FE í september, ið er fyri øll áhugaði Broyting

Leygardagin, 5. september klokkan 13, fara vit frá felagshølunum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond í Havn

Leiðin gongur fyrst til Tjørnuvíkar og so til Oyndarfjarðar, har vit skoða Rinkusteinin og fáa okkum ein kaffimunn, sum vit sjálv hava við okkum.
Eisini ber til at keypa sær kaffi/te og pannukøkur á staðnum. 
Síðan koyra vit til Gjáar. Hetta kvøldið, leygarkvøldið 5. september, hava vit, sum vilja, skrivað okkum inn á Gjáargarð,
har vit gista og hava veitslu í Roykstovuni á garðinum.

Kostnaður:
Gisting fyri 1 fólk:                 330 kr. við morgunmati sunnumorgunin
Gisting fyri 2 fólk (pør):        550 kr. við morgunmati sunnumorgunin

Veitsludøgurðin leygarkvøldið kostar kr. 195 fyri hvønn uttan drykkivørur.


Tekningarlisti kravdur
Tekna teg skjótast gjørligt og áðrenn 20. august kl. 20, um tú vilt eta og/ella gista við Gjógv. Først til mølle!

Telefon: +298 42 31 71 ella

Mobil: +298 21 15 90

Fax: +298 42 35 05

T-postur: info@gjaargardur.fo

Sí annars heimasíðuna www.gjaargardur.fo har møguleiki eisini er fyri Onlinebooking.

Annars eru øll vælkomin at vera við – eisini um ein ikki ætlar sær at eta og/ella gista á Gjáargarði.