|
Tíðindi
Vita tit onkur tíðindi?
Sendið okkum so ein teldupost.
Aðalfundurin 5. apríl 2008

Aðalfundurin 5. apríl 2008
5. apríl 2008 varð aðalfundurin hildin sum ætlað. Heitt var á Hans Paula Joensen um at stýra fundinum. Síðani greiddi formaðurin, Eirikur Ó. Simonsen, frá skeiðnum sum er runnið, og greiddi frá ætlanum hjá nevndini, um hon var vald aftur. Síðani greiddi kassameistarin, Hans Jákup Michelsen, frá tí fíggjarligu støðuni. Ongi innkomin mál vóru komin frá limunum, so farið var alt fyri eitt til næsta punkt á skránni, nevniliga at velja nevnd. Onki mótvalevnið var í uppskoti, so nevndin heldur tí fram óbroytt. Nevndin skal síðani skipa seg. Sum sigur er, so varð borðreitt við smurdum breyði aftan á fundin. Finn Jespersen hevði smurt. Hesum kom hann væl frá. Tað var "akkurát sum ordiligt". Afturvið fingu vit bæði øl, sodavatn og kaffi.
Lesið eisini samandrátt sum Sonne Smith skrivaði.
Jólagløgg 17. desember 2007
Thorbjørn Brocks bjóðar gløgg og holukøkur.
Tað mundi glíða væl niður um hjá teim flestu.
Tíðindablaðið út aftur
Endiliga kom eitt blaðið út aftur. Nevndin hevur avgjørt at tað skal vera í upprunastøddini. t.v.s A5. Seinasta blaðið kom út á Ólavsøku 2006. Lesið m.a. um Bornholmtúr og túr til Skotlands og Írlands
Hovtunnilin letur upp
Nú leygardagin 20 oktober letur Hovstunnilin upp alment. Í hesum sambandi eru vit spurd, um vit hava áhuga í at koma suður og luttaka við ellisakførum í almenna hátíðarhaldinum hjá Landsverki.
Skráin sær nøkulunda soleiðis út:
Kl. 10.00: Úr Tórshavn Kl. 13.00: Í Suðuroy Kl. 14.00: Almenna hátíðarhaldið við tunnilsmunnan hovsmegin byrjar
Aftaná verður almen móttøka á Gistingarhúsinum í Øravík við talum, pinnabitum og víni, kaffi etc.
Kl. 17.00: Handilsfelagið á Tvøroyri skipar fyri ymiskum tiltøkum inni á Tvøroyri, m.a. tunnilskøku, kaffi, bollar, tónleikur etc.)
Kl. 19.00: Veitsla fyri innbodnum í ítróttarhøllini á Tvøroyri
Møguliga og nokk allarhelst verður tunnilsdansur eisini, sum Handilsfelagið skipar fyri.
Hetta er ikki ein túrur sum verður skipaður fyri av Ellisakførum. Vit heita kortini á limirnar um at halda seg til.
MC-Boogie
Vegna nevndina hjá Føroya Ellisakførum skal eg kunna um tiltakið "MC-Boogie", ið FE skal skipa fyri leygardagin 01. september í ár. Vit hava avrátt at leiðin hesaferð gongur norður til Trøllanes um viðrar.
Vit hittast í felagshølinum hjá FE yviri við Strond 22 kl. 11.00. Koyrt verður kl. 12.00 stundisliga til Shell-støðina norðuri við Streym, uml. kl. 13.15 verður fari víðari til Klaksvíkar, tó við einum stuttum steðgi við rundkoyringina við Skálafjørðin. Kl. 14.15 verður fari við "Sam" yvir á Kallsoynna. Fari verður yvir um aftur til Klaksvíkar kl. 17.35, - við vón um ein frálikan MC-Boogie túr.
Vegna nevndina Eirikur Ó. Simonsen.
Miðsummargrill
Leygardagin 23 juni var miðsummargrill Yviri við Strond. Fitt at fólki komu til tiltakið. So sigast má at hetta grill tiltak eydnaðist frálíka væl og øll fóru mett heim. Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast á her
SMS-keta
Føroya Ellisakfør hevur fingið SMS-ketu. Vit hava valt at hava tvær ketur. Eina til teir vanligu túrarnar. Og eina til tey motorsúkklu áhugaðu.
Nevndin skipað
Á nevndarfundi 10 Apríl skipaði nýggja nevndin seg soleiðis:
Formaður: Eirikur Ó. Simonsen Næstformaður: Hans Korsgaard Skrivari: Páll Danielsen Kassameistari: Hans Jákup Michelsen Nevndarlimur: Finn Jespersen Tiltakslimir: Búgvi Apol og John Christiansen
Aðalfundur hildin sum ætla 7 apríl
Valdir í nýggju nevndina vóru: Hans Korsgaard, Finn Jespersen, Páll Danielsen, Eirikkur Ó. Simonsen og Hans Jákup Michelsen. Sum tiltakslimir vóru valdir John Christiansen og Búgvi Apol. Nevndin skipar seg seinni sjálv. Tað fyrsta tiltakið sum nýggja nevndin skal taka sær av er verður flaggdagskoyringin.
Mynd av nevnd Lesi meira undir "Myndir" / "Aðrar myndir"
Aðalfundur
Kallað verður hervið inn til aðalfund, í høli felagsins Yviri við Strond, leygardagin 7. apríl 2007 kl. 16:00
Aftaná verður okkurt gott undir tonna.
Møtið fjølment!
MC-boogie fyri 10. ferð
MC-boogie verður 2. september 2006. Vit møtast við hølini hjá FE Yviri við Strond 22 kl. 1100, har kaffi verður boðið.
Kl. 1200 fara vit norður eftir, har steðgað verður við Shellstøðina við Streymin í tíðarbilinum kl. 1245 - 1315.
Kl. 1315 koyra vit til Klakksvíkar yvir Eiðisskarð. Væntandi koma vit til Klakksvíkar kl. 1415, har vit fyri bíligan pening fáa ábit í hølunum hjá MS-felagnum hjá klakksvíksingum undir Shellstøini á Varpinum.
Kl. 1600 fara vit til Havnar aftur.
Kl. 1900 verður veitsla í Kagganum.
Møtið fjølment!
Ólavsøkuframsýning
Aftur í ár verður Ólavsøkuframsýning. Hesaferð í nýggju stásiligu hølunum hjá Auto Service við Oyggjarvegin.
Deiligur kaffimuður í gjáar túni.
Fór á súkkluni, mánadagin 19 juni 2006, ein túr til Gjáar. Deiligur túrur og gott veður. Við Gjógv vitjaði man m.a. Debesarhandil sum júst hevur latið upp aftur. Takka verið ungu fryntligu hjúnunum av Vollanum. Tey hava veruliga eygu fyri at gera tað hugnaligt hjá gestunum. Eisini hava tey fingið sær eina úticafé. Kanska tann fyrsta í Føroyum. Stak hugnaligt. Tey bjóða framm m.a. heimabakaðar vaflur við róma og súltutoy fyri ein rímuligan penga. Eisini bjóða tey framm siglitúrar ella fiskitúrar. Vitjið eisini heimasíðuna hjá teimum www.gjogvadventure.fo Vil staðiliga mæla til at vitja norður. Fínur túrur. Deiligt at kunna fara "inn" onkrastaðni á túrunum. vh Páll.
Vitjan av donskum Fiat 500 klubba
Hóskvøldi hevði FE vitjan av donskum Fiat 500 klubba. 14 fólk vóru í hópinum 12 danir og 2 sviar. Við sær høvdu tey 7 Fiat 500 í ymsum útgávum og aldri. FE bjóðaði gestunum kaffi og køkur í felagshølinum Yviri við Strond. Seinni sama kvøld fór allur hópurin í raðkoyring til brunnin har Eirikkur greiddi eitt sindur frá um brunnin og søgu tess.
Ellisakfar bleiv til ellisakfor.
Heimasíðan er flutt á annan servara og eitur nú www.ellisakfor.com Hetta er ein munandi bíligari loysn.
Í samband við verkætlan vóru hesir ungu mennirnir og vitjaðu í Brunninum herfyri. Allir ganga í 9. f í Eysturskúlanum og teir eita Pál, Hanus, Hjørtur og Christian Vilhelm. Rekkjufylgjan á nøvnunum er tilvildarlig. Vit á Føroya Ellisakførum gleðast um at fáa slíkar vitjanir.
Hilmar Augustinussen kassameistari í Føroya Ellisakførum. Julian Eliasen hevur fingið Hilmar Augustinussen at røkja hesa uppgávu fyri seg. Møguliga alla hesa setuna.
Á Hvítusunnu kom Ford T klubbin í Danmark á vitjan. Tað er Hans Elmar Poulsen sum hevur bjóða teimum higar. Klubburin hevur ferðast um landið hesar dagarnar tey hava verið her.
Flaggdagin verður felagskoyring. Byrja verður á Shellstøðini við Ringvegin.
Felagið gevur út tíðindaskrivið "Ellisakfør". |