Ársaðalfundur, 16. mars 2013

16. mars 2013
Skrivað hevur: Sonne Smith, sonnesmith@olivant.fo

Øll nevndin, Eirikur Ólason Simonsen, Finn Jespersen, Petur Julian Johannessen, Hans Jákup Michelsen, Páll J. Jarnfoss, og tiltakslimirnir, Búgvi Apol og Dan Joensen, vórðu afturvald á aðalfundinum hjá Ellisakførum, leygardagin 16. mars 2013.

Limagjaldið er tað sama, 400 krónur um árið. Á fundinum var eisini ein veitslunevnd vald.

Lutfalsliga nógvir limir vóru møttir, so tað var ein hugaligur, hugnaligur og góður fundur. Eftir fundin var frálíkt smurt breyð at fáa.