Útferð til Nes, 9. mai 2013

Kristi himmalsferðardag, 9. Mai 2013, var tann árligi familjutúrurin hjálimum í Føroya Ellisakførum.

 

Leiðin gekk inn í Eysturoynna, nærri Nes, Toftir og Runavík. Tað var eitt sindur slavið henda dagin, men annars ein fínur túrur, ikki minst, tí vit fingu ein av landsins bestu frásøgumonnum, Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsformann, at greiða okkum frá teirri gomlu kanónini av bretska slagskipinum, HMS Hood, sum sprongdist í luftina í mai 1941 í kanónbardaga millum Ísland og Grønland.

Kanónin er gjørd úr stoypistáli tíðliga í 20. øld (fyri fyrra heimskríggj). Hon varð sett í HMS Hood í 1924, tikin úr aftur og sett upp inni á Nesi í seinna heimskríggi.

 

Jógvan Olsen greiddi eisini frá gamla prestagarði á Nesi. Ein søguligur dýrgripur, sum hvørt skúlabarn og allir føroyingar umframt ferðafólk eiga at uppliva.

 

Túrurin endaði við góðari bollasúpan á Sjókaféini í Runavík.