Ársaðalfundur 28. mars 2015

Góð uppmøting var til ársaðalfundurin leygardagin 28. mars 2015, kl.1600 eftir viðtøkum felagsins, ið lýstur var bæði í felagsblaðnum og heimasíðuni í góðari tíð, umframt eisini við SMS skipanini.

Væl varð uppmøtt til ársaðalfundurin, leygardagin 28. mars 2015 kl. 1600 sambært viðtøkum felagsins. Fundurin varð lýstur í góðari tíð bæði í felagsblaðnum og á heimasíðuni umframt við sms-skipanini. Eingi innkomin mál vóru komin, og samtykt varð eftir uppskoti frá nevndini, at limagjaldið skal vera óbroytt. Nýggjur eykalimur, Herálvur Johansen, var valdur fyri Dan Joensen. Nevndin skipar seg seinni, og kunnað verður um tað.

Eftir aðalfundin komu Áki Dimon og Thomas Michael Smith at greiða okkum frá sera áhugaverdum koyritúrum gjøgnum Europa bæði á traðkisúkklu og motorsúkklu. Hesar europaferðir vóru í 1952 og -53 og aftur í 1957. Rættiliga forvitnislig og áhugaverd frágreiðing við nógvum myndum á stórskíggja, og tøkk skula teir hava fyri hetta frálíka átak fyri okkum í Føroya Ellisakførum.