Tiltøk

Tiltøk:

 

Flaggdagshaldið.

Flaggdagshaldið verður Mánadagin 25.Apríl.

Vit møtast stundisliga kl.13:00 Yviri við Strond í hølum felagsins,

og koyra ì skipaðum raðfylgjum gjøgnum býin.

Ellisakførini savnast sìðan ì Tòrsgøtu, har tey verða sýnd fram.

Minnist nù til at seta fløgg à akførini tað er umràðandi sjàlvan Flaggdagin.

Møti fjølment.

 

Felagstúrðurin.

Verður Kristihimmalsferðardag Hósdagin 26.Mai

Nærri kunning seinri hvar og nær vit fara.

 

Mentanarnàttin ì Tòrshavn verður 3 juni 2022.

Sìðani hon var hildin fyrstu ferð ì 2001, hevur Mentanarnàttin ment seg til størsta einstaka tiltak ì Tòrshavn aftan à òlavsøkuna , og ofta verður hon eisini ròpt "lìtla òlavsøka" og sjàlvandi verða vit við-nærri kunning seirni.

Onnur møgulig tiltøk verða lýst nærri á okkara heimasíðu www.ellisakfor.com og/ella við sms-boðum.

Annars skipa vit fyri hugnakvøldum við myndum og frásagnum frá eitt nú ferðum, sum limir okkara hava upplivað í farnu tíð. Eisini hesi tiltøk verða lýst nærri á heimasíðu okkara og/ella sms-boðum so hvørt onkur hevur hug at sýna nakað fram. Hevur tú nakað upp á hjarta við myndum ella onkrari frásøgn ella – you name it – so skriva til info@ellisakfor.com.