Tiltøk 2002

2002

 

10. December: Undirsjóvartunnilin opnar. FE luttekur í hátíðarhaldinum.
Gomlu bilarnir møtast á ferjuleguni við Oyrargjógv at taka ímóti teimum "prominentu" kl. 12.30.
Teir verða síðani koyrdir yvir til tunnilsmunnan, har sjálvt hátíðarhaldið skal vera.
Aftaná koyra vit ígjøgnum tunnilin yvir á Streymoynna, runt í rundkoyringini og síðani yvir aftur í Vágar.
Tiltakið er sjálvandi eisini fyri limir á motorsúklu. Bert er at vóna, at veðrið verður við okkum.
Farið verður úr felagshølinum kl. 11.00.

16. December:  Hugnakvøld við gløgg og holukøkum í felagshølunum.