Tiltøk 2007

2007

 

MC-Boogie verður 1. Septembur 2007
Hesaferð er ætlanin at fara ein túr út í Kallsoy.
Vit hittast í felagshølinum hjá FE yviri við Strond 22 kl. 11.00.
Koyrt verður kl. 12.00 stundisliga til Shell-støðina norðuri við Streym, uml. kl. 13.15 verður fari víðari til Klaksvíkar, tó við einum stuttum steðgi við rundkoyringina við Skálafjørðin.
Kl. 14.15 verður fari við "Sam" yvir á Kallsoynna. Fari verður yvir um aftur til Klaksvíkar kl. 17.35, - við vón um ein frálikan MC-Boogie túr.

Miðsummarsgrill
Skipa verður fyri sokallaðum "Miðsummargrill" í og
uttanfyri felagshølinum yviri við Strond nú leygardagin kl. 17.00 hin 23. juni fyri limum hjá FE og øllum húski teirra við vón um, at hetta kann verða eitt afturvendandi tiltak, ið kann verða til at samansjóða okkum í felagnum enn meira, við einum slíkum tiltaki á longsta degi í árinum.  

Tað verður gjørt alt fyri at matur og alt í tí hoyrir til, verður ein ógloymandi "Gastronomi", saman við fleiri grillum og framúrskarandi "grillmeistarum" fer at eydnast,- og fyri tey í hava hug, er møguleikin at
hugna sær víðari út á kvøldi inni í hølinum áðrenn fari verði til húsa.

Flaggdagskoyring
Fyrsta tiltakið nýggja nevndin hevur sett sær fyri, er flaggdagskoyringin.
Sum vanligt er, so møtast vit á Shell við Ringvegin kl. 14:00.
Síðani verður koyrt í raðkoyring oman á Kongabrúnna.
Kl. 17:00 verður koyrt út til felagshúsið, har felagið bjóðar ein drekkam.

Útferð

Kristi himmalferðardag 17 mei verður útferð.
Hesuferð liggur leiðin í Norðoyggjar. Vit vitja m.a. motorsavnið í Hvannasundi.
Vit møtast í felagshúsinum kl. 10:00 og síðani verður lagt avstað norðureftir. Vit hava grilluna við okkum.