Tiltøk

Tiltøk:

 

Ársaðalfundur.

Ársaðalfundur verður Leygardagin 9. mars kl. 15:00 í felagshølunum Yviri við Strond.

 

Flaggdagshaldið.

Flaggdagshaldið verður Hósdagin 25.Apríl.

Vit møtast stundisliga kl.13:00 Yviri við Strond í hølum felagsins,

og koyra ì skipaðum raðfylgjum gjøgnum býin.

Ellisakførini savnast sìðan ì Tòrsgøtu, har tey verða sýnd fram.

Minnist nù til at seta fløgg à akførini tað er umràðandi sjàlvan Flaggdagin.

Møti fjølment.

 

 

 

 

Onnur møgulig tiltøk verða lýst nærri á okkara heimasíðu www.ellisakfor.com og/ella við sms-boðum.

Annars skipa vit fyri hugnakvøldum við myndum og frásagnum frá eitt nú ferðum, sum limir okkara hava upplivað í farnu tíð. Eisini hesi tiltøk verða lýst nærri á heimasíðu okkara og/ella sms-boðum so hvørt onkur hevur hug at sýna nakað fram. Hevur tú nakað upp á hjarta við myndum ella onkrari frásøgn ella – you name it – so skriva til info@ellisakfor.com.