Tiltøk 2015

2015

 

  • 14. februar 2015, kl. 1900. Tunnusláing.
  • 28. mars 2015, kl. 1600. Ársaðalfundur. Eftir aðalfundin greiðir gestarøðari frá sera áhugaverdum koyritúrum gjøgnum Evropa í fimmtiárunum. [Síggj myndir].
  • 25. apríl 2015, kl. 1400. Flaggdagshaldið. Vit møtast stundisliga kl. 1400 Yviri við Strond í hølum felagsins. [Síggj myndir].
  • 14. mai 2015. Útferð Kristihimmalferðardag. [Les meira].
  • 13. juni 2015, kl. 1700. Hásummargrill. [Les meira].
  • 22. august 2015. MC-Boogie (Sjómannadagur í Klaksvík).
    • Leygardagin 22. august 2015 hittast vit við felagshølið hjá Føroya Ellisakfør Yviri við Strond kl. 12:30.
    • Koyrt verður stundisliga kl. 13:00 norður til Klaksvíkar í samband við at sjómannadagur er har henda dag. Tó støðga vit á við Streym, har uppsamling av møguligum MC´um verður.
    • Síðan verður koyrt gjøgnum bygdirnar Norðskála og Svínáir norður til Eiðis, har vit vísa okkara tveyhjólaðu við at koyra kring bygdina, fyri síðan at fara norður um Eiðisskarð um viðrar – um veðrið ikki er til vildar, verður koyrt gjøgnum Eysturoyar-tunnilin og hiðani út runt Agni.
    • Túrurin endar við Fast handilin hjá EFFO í Klaksvík, har okkurt gott og leskiligt er til góman, ið EFFO bjóðar.
  • 24. oktober 2015, kl. 1900. Heystveitslan.
  • 21. desember 2015 frá kl. 20:00. Jólahugni við holukøkum og gløggi [Les meira].