Tiltøk 2003

2003


8. December. Hugnakvøld við gløgg og holukøkum í felagshølunum.

25. Oktober. Hugnakvøld fyri limir við maka í felagshølunum Yviri við Strond kl. 19.00. Tekning á tlf. 217813

18 - 22. September. Felagið fyri ellisakfør í Hetlandi hevur vent sær til okkara og bjóða okkum luttøku í einari stevnu í juni 2004.Á somu stevnu í 2002 luttóku 150 bilar og 150 motorsúkklur.
Í hesum sambandi ætla vit at gera eitt rend til Hetlands við Norrønu frá 18 - 22 sept. fyri at vitja teir og hoyra nærri um tiltakið. 4 bilar fara avstað, og tað hevði verið stuttligt, um fleiri (eisini ellismotorsúkklur) høvdu áhuga.  Prísurin er yvirkomiligur og nærri fæst at vita við at ringja til Inga á tlf. 217813 ella Hans Jørn á 318385.

6.-7. September. MC Boogie Suðuroy. Skrá

6. Juli. Varmakeldustevna í Fuglafirði. Tiltakið er frá kl. 15 til 17, og limirnir úr Havn møta Yviri við Strond kl. 13.30. 24 -31 Mai."Event of the Year" fyri MC-fólkið.
Hesir dagarnar verða Føroyar "opið hús" fyri "bikarar" úr øðrum londum.
Vantandi koma yvir 100 MC'ir  hendavegin, og nógv áhugavert verður fyri teir/tær lokalu, eisini t.d. felagstúrur tann 29. mai. Skrá og nærri frágreiðing er at finna her: www.blueberetsmc.com

10. Mai. Familju-picnic til Tindhólm. Fara úr Havn kl. 11.00 og møta limum norðanífrá í Kollafirði kl. 11.20.
Siglt verður úr Sørvági út í Hólmin. Evt. verður eisini vitjað í Bø. Minnist til matkurvina.
Báturin kostar um 70,- kr per persón umframt 40,- kr fyri at trakka í land.
Um veðrið vil nakað annað verður farið 17. mai í staðin.

25. Apríl. Flaggdagskoyring. Vit møtast á Shell-støðini við Ringvegin kl. 14.00.
Síðan verður raðkoyring oman á Kongabrúnna, har stillað verður upp.
Aftaná Flaggdagshaldið í miðbýnum koyra vit niðan aftur á Shell-støðina á Ringvegnum.
Har standa akførini til uml. kl. 18 og Shell bjóðar kaffi og wienarbreyð til tey vaksnu og børnini fáa saft og fløgg.

22. Mars. Aðalfundur verður í hølum felagsins kl. 15.00.
Aftaná bjóðar felagið okkurt gott. Skrá sambært lógum felagsins.