Tiltøk 2006

2006


MC-boogie fyri 10. ferð
MC-boogie verður 2. september 2006. Vit møtast við hølini hjá FE Yviri við Strond 22 kl. 1100, har kaffi verður boðið.Kl. 1200 fara vit norður eftir, har steðgað verður við Shellstøðina við Streymin í tíðarbilinum kl. 1245 - 1315.
Kl. 1315 koyra vit til Klakksvíkar yvir Eiðisskarð. Væntandi koma vit til Klakksvíkar kl. 1415, har vit fyri bíligan pening fáa ábit í hølunum hjá MS-felagnum hjá klakksvíksingum undir Shellstøini á Varpinum.

Kl. 1600 fara vit til Havnar aftur.

Kl. 1900 verður veitsla í Kagganum.

Tey sum ætla sær í veitsluna vera biðin um at tekna seg á telefon 223101.

Kostnaður Kr. 300,-

Møtið fjølment!

 

Ólavsøkuframsýning
Aftur í ár verður Ólavsøkuframsýning. Hesaferð verður tað í nýggju stásiligu hølunum hjá Auto Service við Oyggjarvegin.
Nógv spennandi akfør vera við, sum ikki hava verið við áður.

Tunnilskoyring
Eisini verður koyring nú Norðoyartunnilin letur upp. Vit møtast í Leirvík leygarmorgunin kl. 10:30 við tunnilsmunnan.

Flaggdagskoyring
Sum sigur er, verða ellisakførini "flotaði" aftur á flaggdegnum.
Vit møtast á Shellstøðini við Ringvegin og koyra oman á Kongabrúnna kl 14. Har akførini vera sýnd framm.
Aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum verður koyrt niðan aftur á Shellstøðina, har akførini vera sýnd framm til kl. 17. Shellstøðin bjóðar kaffi og køkur. Og børnini fáa eisini okkurt gott.