Í dag 19.12.2020 kl. 12 lat Eysturoyartunnilin upp, Eysturoyartunnilin er næstlongsti undirsjóartunnil í heiminum, Jørgen Niclasen landsstýrismaður klipti snórin og var tann fyrsti, ið koyrdi ígjógnum Eysturoyartunnilin.

Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans verður góðar 11 kilometrar langur.

Tunnilin styttir farleiðina millum Tórshavn og Runavík/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir.

Tunnilinknýtir báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum. Frá høvuðsvegnum í Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punkt er 187 metrar undir sjóvarmálanum.