Sunnudagin 25 apríl, var árliga flaggdagshaldi hjá Havnar Hornorkestri í Havn. Røðari í ár var Bergtóra Høgnadóttir.

Bergtóra Høgandóttir er Havnakvinna – hevur búð í Havn, á Argjum og í Hoyvík. Eisini hevur hon buð í 10 ár í Keypmannahavn.

Bergtóra er útbúgvin sosialráðgevi og hevur ein master í postivari sálarfrøði, hon er 50 ár og eigur vaksnar tvíburardøtur.

Flaggdagshald varð hildið í havn í 1941- og 1942, men so var steðgur í nøkur ár,

áðrenn Havnar Hornorkestur byrjaði síni flaggdagshald í 1947. Hornorkestrið hevur síðani skipað fyri flaggdagshaldi í Havn á hvørjum ári síðani 1947.

Áðrenn flaggdagshaldi marsjeraðu hornorkestrið og skótar oman á Vaglið.Føroya Ellisakfør sýndi fram síni akfør í Tórsgøtu har væl av fólkið var samankomið.