Viðtøkur felagsins 14. mars 2009

§1. Navn felagsins er Føroya Ellisakfør
 
§2. Endamál felagsins er at
-savna í felagsskap fólk við áhuga fyri at varðveita gomul akfør
-skipa fyri felags tiltøkum og útferðum við gomlu akførum
-arbeiða fyri at fáa sersømdir um vegskatt - og tryggingargjald
-hjálpa at fáa til vega og at goyma kunnleika um, hvussu akførini upprunaliga hava verið tekniskt og til útsjónd
-vegleiða limunum í at fáa til vega eykalutir
 
§3. Felagi verður stýrt av eini 5 – manna nevnd, ið verður vald á árliga aðalfundi felagsins. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og einum skrivara. Umframt velur aðalfundurin fyri eitt ár í senn tveir tiltakslimir til nevndina og tveir grannskoðarar.
 
§4. Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi tríggir av nevndarlimunum eru møttir.
Nevndarsamtyktir verða gjørdar við vanligum meiriluta og skula førast í gerðabók eftir hvønn nevndarfund.
 
§5. Nevndarformaðurin teknar felagi úteftir.
 
§6. Hægsti myndugleiki felagsins er ársaðalfundurin, ið verður hildin í mars mánaði. Hann verður lýstur í minsta lagi 14 dagar áðrenn fundardagin.
Um limur ynskir mál á skránna, má málið verða latið nevndini seinast 1 viku áðrenn aðalfundin.
 
Hvør limur hevur eina atkvøðu. Bert møttir limir, sum ikki eru í eftirstøðu við limagjaldi, kunnu atkvøða.
Mál er samtykt,  tá meir enn helmingurin av møttu limunum er fyri. Tó krevst, at 2/3 av møttu limunum eru fyri, um viðtøkur felagsins skulu broytast.
 
Viðtøkur á aðalfundi verða førdar í gerðabók.
 
Aðalfundurin verður lýstur við hesi skrá:

1) Val av orðstýrara

2) Formansfrágreiðing

3) Framløga av grannskoðaðum roknskapi

4) Viðgerð av innkomnum málum

5) Ásetan av limagjaldi

6) Val av nevndarlimum, tiltakslimum og grannskoðarum

7) Ymiskt
 
§7. Eykaaðalfundur kann verða hildin, um nevndin metir tað vera neyðugt, ella um ¼ av limunum felagsins skrivliga hava sett fram krav um hetta saman við uppskoti til fundarskrá. Eykaaðalfundurin skal verða hildin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kravið er nevndini í hendi.
Eykaaðalfundurin verður lýstur eftir somu reglum sum aðalfundurin.
 
§8. Limagjaldið verður ásett á árliga aðalfundi felagsins, men kann tó broytast á eykaaðalfundi. Goldið verður við flyting gjøgnum ein av peningastovninum.
 
§9. Treytin fyri limaskap er, at ein viðurkennir reglur og viðtøkur felagsins. Brot á hesar hevur við sær útihýsan úr felagnum.
Somuleiðis missir limur limaskap sín, um hann ikki rindar limagjaldið til felagið áðrenn aðalfundin, sí §6. Ein, ið hevur mist limaskap sín, kann verða limur aftur, um full semja er í nevndini um tað.
 
§10. Roknskaparár felagsins er kalendaraárið. Roknskapurin skal verða greiður til grannskoðararnir í seinasta lagi 10. februar.
 
§11. Felagi kann bert takast av, um 2/3 av møttu limunum á einum aðalfundi ella eykaaðalfundi skrivliga atkvøða fyri tí.
Verður felagi tikið av, ger sami aðalfundur av, hvat gerast skal við ognir felagsins.
 
§12. Nevnd felagsins verður heimila at gera reglugerð í samband við nýtslu av brunninum undir Gráasteini, harundir áseting av gjøldum.


Smærri broytingar í mun til stovningarviðtøkurnar 4. februar 1992 og 13. mars 1993.
Soleiðis samtykt á aðalfundi 14. mars 2009.

Heinta í pdf-format
Viðtøkur felagsins.pdf
Adobe Acrobat Document 18.4 KB