Føroya Ellisakfør

Akfør

Myndir

Tiltøk

Góð mið

Marknaðurin

Reglugerð fyri Brunnin

Gerist limir

Tíðindablaðið

Matuppskriftir 

T-postur

      

 

 

 

 

 

Vælkomin á heimasíðuna hjá Føroya Ellisakførum.

 

 

 

Lesið um mentanarnáttina her

 

---------------------------------------------------------------------------------------

 

Nevndin skipað seg

Á nevndarfundi í dag leygardagin 31. mars 2012 skipaði nevndin seg soleiðis:
Eirikur Ó. Simonsen, formaður.
Finn Jespersen, næstformaður og kontaktpersónur fyri brunnin
Hans Jákup Michelsen, kassameistari
Petur J. Johannesen, skrivari og kontaktpersónur fyri brunnin
Páll Jarnfoss, kontaktpersónur fyri brunnin
Nevndin er sostatt óbroytt.

Á fundinum varð eisini sett út í kortið hvørji tiltøk sum skulu vera í ár.
Undir "Tiltøk" sæst hvat er á skránni.


Ársaðalfundur var í dag 17. mars 2012

 
 

Aðalfundur var í dag 17. mars 2012.
Trýggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Men at tí at onki uppskot kom inn uppá nýggjar limir,
varð, so at siga, øll nevndin vald aftur. Bara ein tiltakslimir er nýggjur og tað er Dan Joensen, sum
kom inn fyri John Christiansen.
Uppmøtingin til fundin var ússalig. Og var tí ringt at finna nýggja nevnd til felagið sum
hóast alt hevur einar 180 limir. Nevndin skipar seg seinni.

 


 

 

 
 
 

 

Skrá fyri summari 2011


 

Myndir frá flaggdegnum



                                            Nevndin afturvald

Hesin aðalfundurin var ikki sum undanfarnu aðalfundir.
Komin inn í gongina, hoyrdist harmonikutónleikur.
Hetta var ikki ein fløga sum var løgd á, nei hetta var ongin minni
enn mæta tónaskaldið, Knút Olsen, sum spældi harmoniku áðrenn fundin. Hugnaligt.

Tá ongin hevði nakað uppskot til nýggjar nevndarlimir, og gamla nevndin
onki hevði í móti at halda framm. Ja so varð nevndin vald aftur.
Nevndin skipar seg sjálv.

Í nevndini sita Eirikur Ó. Simonsen, Petur J. Johannesen, Páll Jarnfoss, Hans Jákup
Michelsen, Finn Jespersen.

Sum grannskoðari heldur Otto Rubeksen framm og Jóhan Larsen varð valdur
ístaðin fyri Jørgen Thygesen, sum er fluttur av landinum.

Myndir frá fundinum

 

 


 

Myndir frá MC Boogie 4. september 2010


Myndir frá Dalstúrinum 2010



Myndir frá  grilldegnum


 

Kristihimmalferðardagur 13. mei

Í góðverðinum Kristihimmalferðardag gekk leiðin vestur í Vágar.
Hans Elmar tók ímóti á Sandavágshálsi. Síðani leiddi Hans Elmar
okkum til Kálvalíð, har vit fingu eina rundvísing av sakkønum fólki.
Síðani koyrdu vit til Gásadals. Har varð grillað fyri allar pengarnar.
Frálíkur dagur.

Myndir frá túrinum

 


Myndir frá MC Boogie 1. mei 2010


Nevndin skipað 

Nevndin hevur í kvøld 22. mars 2010 skipað seg soleiðis:

Frá vinstru Petur Julian Johannessen Skrivari og kontaktpersónur fyri brunnin,
Eirikur Ólason Simonsen Formaður, Hans Jákup Michelsen Kassameistari,
Páll J. Jarnfoss kontaktpersónur fyri brunnin, Finn Jespersen Næstformaður og kontaktpersónur fyri brunnin.              

Eykalimirnir eru teir somu. Búgvi Apol og John Christiansen

----------

Á fundinum varð eisini sett út í kortið hvørji tiltøk vera í summar.

MC-Guðstænasta 17. apríl Guðstæanstan er útsett til 24 apríl (Cross Bikers)Sí skrá

Flaggdagur 25. apríl

MC-Boogie 01.mai (Føroya-MC)

Kristihimmalferðardagur 13. mai Sí skrá
 

Miðsummargrill 19.juni

Dalsferðin 21. august

MC-Boogie 04. september

 


Gomul tíðindi

 
 

 
 
 

        Hevur tú áhuga fyri ellisakførum, so er tú komin á rætta stað.

Vit eru eitt felag í støðugum vøkstri, og vit hava


        
        altíð pláss fyri einum afturat. Vit hittast hvørt mánakvøld í okkara hugnaligu felagshølum.

Føroya Ellisakfør, Yviri við Strond 22, 100  Tórshavn  Tlf.  318099 og 228099