Føroya Ellisakfør var stovnað tann 4. februar 1992. Endamálið er at røkja áhugan fyri ellisakførum við felags tiltøkum og hugnaligari samveru. Tá felagið skipar fyri tiltøkum verður miðað eftir, at øll familjan kann luttaka. Limir í ellisakførum hava framíhjárætt til parkeringspláss í brunninum og har afturat fáa limirnir limablaðið "Tíðindablaðið Ellisakfør".

Tíðindaskrivið ELLISAKFØR 2023

Myndirnar eru úr limablaðnum hjá Føroya Ellisakførum. Her er ein søga um eina Suzuki motorsúkklu frá 1980, sum skild sundur í 1000 pettir, varð til sveinastykki hjá einum ungum tvøramanni, ið fór at lesa til maskinmeistara í Svendborg. Her er eisini ein søga um ein 20 ára gamlan tvøradrong, sum eigur ein Ford Lincoln Continental frá 1975. Og her er søgan um eitt lasafar av einum Oldsmobile, sum ein kendur havnarmaður, svágur mín, (hálvur fugloyingur og hálvur ella fjórðings gøtumaður - líka veit eg) møtti á Akureyri í 2019.

Hey tit nú nærkast til Flaggdagin og tað er startskotið til summarkoyringina 2023, so nú er at rigga akførini til, mint verður á at hava fløgg á bilunum tað er jú Flaggdagur itjeseinnheit.

Tórshavnar Býráð boðar frá at Flaggdagshald og Flaggdagsrenning verður í ár sum vanligt.

Eins og mongu undanfarnu árini eru vit Føroya Ellisakfør boðin við.

Ellisakførini møtast við felagshølið Yviri við Strond kl.1300

og koyra í skipaðum raðfylgjum gjøgnum býin.

Ellisakførini savnast síðan í Vágsbotni og har um , har tey verða sýnd fram.

Møti fjølment

Vh.Nevndin

Leygardagin 11. Mars 2023 varð árligi aðalfundurin í Føroya Ellisakfør.

Umleið 25 limir vóru møttir, og vit høvdu ein góðan fund. Orðaskifti varð millum annað um hvussu fleiri limir kunnu gerast meira virknir í felagnum, og nevndin fer at arbeiði við hesum.

Í nevndini stóðu Oddmar Kruse, Jóan Pauli Jespersen og Ragnar Joensen fyri vali. Teir tóku við afturvali, og vóru allir valdir.

Jógvan Hanus Joensen bað um at vera loystir úr sínum nevndarsessi, og fyri hann varð Hilbert Elisson valdur. Nevndin skipar seg á fundi í næstum.

Eftir fundin varð borðreitt við breyði við føroyskum viðskera.

 

Nývalda nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Ragnar Joensen. Formaður.

Jóan Pauli Jespersen.Næstformaður.

Hilbert Egilsson.Peningarøkil.

Oliver Andreasen.Lýsingarstjóri og samskipari.

Oddmar Kruse.Nevndarlimur

Eykalimir eru:Birgir Johannesen og Sofus Gilsstein. 

 

Góðu limir.

Vit eru nú komin inn í eitt nýtt ár, og dagarnir leingjast í hvørjum. Vónirnar eru at 2023 verður betri enn farna árið. Nógv regn merkti 2022, og av tí sama varð ikki so nógv koyring, sum onnur ár.

Í nevndini varð virksemið eisini nakað merkt av at hesum, umframt at fleiri av nevndarlimunum ikki vóru tøkir stóran part av árinum. Ein ítøkilig avleiðing av hesum er, at 30-áraveitslan ikki varð hildin í 2022, men nú verður arbeitt við halda veitsluna seinast í januar. Meiri ítøkilig kunning um hetta seinni.

 

Annars eru hesu tiltøk ætlaði:

-Ársaðalfundur 11. mars kl. 15:00 í felagshølunum Yviri við Strond.

-Flaggdagskoyring 25. apríl. Vit møtast kl. 14.00 í felagshølunum Yviri við Strond.

Vanliga er góð luttøka til koyri-tiltøk, meðan minni luttøka er til t.d. aðalfundin. Eg vil heita á limirnar at taka lut á aðalfundinum. Limir eru sjálvandi eisini vælkomnir at skipa fyri tiltøkum, skriva greinar til limablaðið, ella hava t.d. sýning av myndum í felagshølunum. Vit hava teldu og uppvørpu, sum er vælegnað til júst tað endamálið.

Við hesum fáu reglum fari eg at ynskja øllum limum eitt framhaldandi gott nýggjár.

                                                                         Ragnar Joensen Formaður

 

Føroya Ellisakfør á vitjan hjá Sjóvar Fornminnafelagi. 

 

Kristihimmalsferðardag 26. mai í 2022 vóru Føroya Ellisakfør á vitjan á Strondum hjá Sjóvar Fornminnafelagi. 

Bilarnir hittust Úti við Strond klokkan 13.45 

 

Fyrsti bilurin 100 ár.

Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna í dag, tá minnismerki um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.

Havnar hornorkestur setti sum altíð sín serliga dám á løtuni, og fólk fingu møguleika at síggja teir nógvu snotiligu veteranbilarnar.