Um Føroya Ellisakfør

Tann 4. februar 1992 var fundur á Lærlingaheiminum í Tórshavn, og hendan dagin var felagið stovnað.
Endamálið var at røkja áhugan fyri ellisakførum við felags tiltøkum og hugnaligari samveru.
Síðan hevur felagið verið í støðugum vøkstri, og vit eru nú meira enn 200 limir.
Tá felagið skipar fyri tiltøkum verður miðað eftir, at øll familjan kann luttaka.

Áhugin fyri at varðveita gamlar bilar og motorsúkklur hevur verið stórur seinastu árini.
Onkur hevur t.d. verið í tí hepnu støðu at hava goymt sína gomlu motorsúkklu í kjallarunum, har hon hevur ligið meir og minni gloymd, til ein knappliga er raknaður við og farin í holt við at seta hana í stand. Og enntá er eisini onkur bilur komin undan kavi á líknandi hátt.

At nøkur av hesum akførum komu út aftur á vegin hevur vakt rættiligan ans fyri gomlum akførum í Føroyum.
Í Føroyum eru tó fá akfør, sum hava koyrt her upprunaliga, so neyðugt er at innflyta akfør úr útlondum fyri at nøkta tørvin. Summir leggja seg eftir akførum, sum hava verið býarmynd fyrr, meðan aðrir bert uppfylla sín dreym. Er akfarið meira enn 25 ára gamalt, so skal onki skrásetingargjald ella vektgjald gjaldast, so hetta nýtist ikki at vera eitt kostnaðarmikið ítriv.

Tað er ikki neyðugt at eiga eitt akfar fyri at vera við í felagnum - bert áhugin er har.
Vit hittast mánakvøld í felagshølunum Yviri við Strond til hugnaligt prát og ein kaffimunn.
Nýggjastu bløðini liggja har og mangt og hvat verður havt á lofti.

Limir í ellisakførum hava framíhjárætt til parkeringspláss í brunninum og har afturat fáa limirnir limablaðið "Tíðindaskrivið Ellisakfør".

Viðtøkur felagsins.pdf
Adobe Acrobat Document 18.4 KB