Vitja á Tjarnargarður

Eldradagur á Tjarnargarði 26. mai 2013, kl. 1400

 

ÚTSETT til sunnudagin 26. mai 2013, kl. 1400 VEGNA VEÐUR - Annars sama skrá !

Um viðrar, bjóðar Tjarnargarður øllum limum í Føroyskum Ellisakførum við familiju til pylsur og kaffi/te/øl/sodavatn á Tjarnargarði sunnudagin 26. mai 2013, kl. 1400. Men sjálvandi, tað er ikki bara veðrið, ið leggur treytir við. Ein treyt aftrat er, at tit, ið eiga ellisakfar, koma á Tjarnargarð við tí hendadagin og koyra ein stuttan túr við búfólki á Tjarnargarði.

Hetta tiltakið hjá Tjarnargarði hevur verið einaferð fyrr. Tað var ein vakran dag í 2011. Hensia stjóri hevði syrgt fyri, at ellisakfarskvinnur og –menn fingu eina óvanliga hugnaliga løtu í tí frálíka umhvørvinum á Tjarnargarði. Serliga í garðinum. Tað var ikki minst hugnaligt, tí tað setti lív í búfólkið, sum kom út í garðin at fáa sær pylsur og annað gott.

Vit gera okkara besta – tað skal so lítið til – at gera 26. mai, um viðrar, minst líka hugnaligan sum í fyrraárið.

Heinta í pdf-format
Vitja á Tjarnargarður 26-5-13.pdf
Adobe Acrobat Document 543.7 KB