MC-Boogie, 24. august 2013

Kunning til øll MC áhugaði til seinna MC-Boogie í ár, sum Føroya Ellisakfør skipar fyri.

 

MC–Boogie, ið skuldi verða leygardagin 17. august 2013, er útsett til leygardag 24. august 2013 við óbroyttari skrá.

 

Leygardagin 24. august 2013 hittast vit við felagshølið hjá Føroya Ellisakfør yviri við Strond kl. 12:30.

 

Koyrt verður stundisliga kl. 13:00 norður til Selatraðar, men støðga á við Streym, har uppsamling av møguligum MC´um verður.

 

Túrurin endar við Fast handilin hjá EFFO á Strondum har okkurt gott og leskiligt er til góman, ið EFFO bjóðar. Síðan er møguleiki, at fara til Sjómannadag í Klaksvík.