MC-Boogie

Kunning frá Føroya-MC

MC-Boogie, 3. mai 2014

Leygardagin 3. mai 2014 verður MC-Boogie aftur á skránni. Hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugaði, ið Føroya-MC skipar fyri. Tiltakið hevur verið afturvendandi á hvørjum ári, og hevur tað verið mett sum startskotið til motorsúkkluárstíðina.
Tiltakið plagar at vera væl vitjað, og okkurt ári hava fleiri enn 100 motorsúkklur luttikið á MC-Boogie.

Tiltakið er skipað soleiðis, at súkklurnar møtast á Magn við Ringvegin í Tórshavn kl. 11, har møguleiki verður at fáa ein kaffimunn og prát við aðrar motorsúkklistar, áðrenn sjálvur túrurin byrjar.

Kl. 12 verður so farið avstað - fyrst verður koyrt ein túr gjøgnum býin, áðrenn farið verður norðureftir.
Umleið kl. 13 verður steðgað við Magn við Streymin, har ein lítil steðgur verður og fólk kunnu strekkja beinini.

Síðani verður koyrt til Klaksvíkar, har lokalar motorsúkklur fara at leiða fylgið ein túr runt í Klaksvík og har á leið.

Síðan verður steðgað við Fast handilin í Klaksvík, har kaffi verður at fáa, umframt at møguleiki er at keypa sær okkurt til matna.

Veðurforsagnirnar síggja góðar út, og vóna fyrireikararnir at síggja nógvar motorsúkklur og at vit fáa ein góðan dag.