Útferð Kristi himmalferðadagur.

Kunning til Kristi himmalferðadag, 29. mai 2014.

Aftur í ár skipa vit fyri útferð Kristi himmalferðadag, hesaferð er tað Vágoyggin, ið stendur fyri tørni. Millum annað vitja vit flogvøllin.

 

Enda við, at FE bjóðar klársuppu við bollum og breyð á HotelVágum.

Vónandi síggjast nógv ellisakfør - og limir møta mannsterkir.

 

Koyrt verður frá felagshølinum yviri við Strond kl. 13:00.

 

Heilasan nevndin.