MC-Boogie, 23. august 2014

MC-Boogie, 23. august 2014

Kunning til øll MC áhugaði til seinna MC-Boogie í ár, sum Føroya Ellisakfør skipar fyri.

 

Leygardagin 23. august 2014 hittast vit við felagshølið hjá Føroya Ellisakfør yviri við Strond kl. 12:30.

 

Koyrt verður stundisliga kl. 13:00 til vindmyllurnar úti á Eystnesi, men støðga á við Streym, har uppsamling av møguligum MC´um verður.

 

Síðan verður koyrt gjøgnum bygdirnar Norðskála og Svínáir norður til Eiðis, har vit visa okkara tveyhjólaðu við at koyra kring bygdina, fyri síðan at fara norður um Eiðisskarð um viðrar – og higani út til vindmyllurnar.

 

Túrurin endar við Fast handilin hjá EFFO í Rúnavík, har okkurt gott og leskiligt er til góman, ið EFFO bjóðar.

Heinta pdf fíl
MC-Boogie 23. august 2014.pdf
Adobe Acrobat Document 405.1 KB