Útferð Kristi himmalferðadagur.

Kunning til Kristi himmalferðadag, 14. mai 2015.

Í ár gongur leiðin til Havnar við okkara ellisakførum.

Skrá fyri dagin, Kristi himmalsferðardag, hósdagin 14. mai 2015:

Kl. 12.00:
Vit møtast í felagshølinum, yviri við Strond í Havn.
 
Kl. 12.30:
Vit fara avstað og koyra gjøgnum Havnina og síðan til Velbastað og Kirkjubø og aftur til Havnar, her vit enda á Vaglinum uml. kl. 14.30. Her tekur Marius Rein, vælhýrdur og søgufróður, ímóti okkum.
Bara okkara ellisakfør kunnu parkera á Vaglinum millum kl. 14.00 og 16.00 henda dagin

Kl. 14.30:
Vit fara til gongu gjøgnum gomlu Havnina, meðan Marius greiðir húsum og fólkum í gomlu Havnini . Marius kann fortelja í tímar, men hann hevur lovað, at vit eru aftur á Vaglinum uml. kl. 16.00.

Kl. 1600:
Vit koyra til felagshølið, yviri við Strond, har FE bjóðar glóðheita fiskasúpan við heimabakaðum breyði.

Møtið fjølment og í góðum lag! :-)
Nevndin

Kristi himmalsferðardag, 14. mai 2015.
Kristi himmalsferðardag 2015.pdf
Adobe Acrobat Document 67.6 KB