MC-Guðstænasta

Vegna serligar umstøður verður guðstænastan útsett til 24 apríl 2010.

Ársins fyrsta MC-tiltak í ár, verður ein MC-Gudstænasta, sum vit í Cross-Bikers MC Føroyar skipa fyri, leygardagin 17. apríl, kl. 16.00. Tað er vorðið siðvenja, at MC-Gudstænastur verða hildnar, og í tí sambandi eisini fyriskipað ymist, ið ger dagin áhugaverdan fyri MC-fólkið. Hesuferð verður gudstænastan hildin í Mariukirkjuni í Havn,
 
Skráin fyri dagin er annars hendan:
 
Kl. 13.00 hittast vit í vakstrarhúsinum omanfyri Gomlurætt (norðara parti), har vit skipa fyri grillparty, kaffiborði og øðrum til undirhalds.
Kl. 14.30 gera vit klárt til felagskoyring, fyrst til Kirkjubøar at venda, fyri síðani at koyra runt alla Havnina.
Kl. 15.30 koma vit Mariukirkjuna og fáa parkerað akførini.
Kl. 16.00 byrjar gudstænastan.
Kl. 17.00 eftir gudstænastuna, skipar katólska kirkjan fyri kaffihugna í kirkjukjallaranum.
 
--
 
Í samband við MC-Gudstænastuna vitjar René Bjørn Buchhave og konan Maibritt. René er forseti fyri tann elsta kristiliga MC-klubbin í Danmark, kallaður "Kilden". www.mckilden.dk
René kemur at greiða frá um nýggju útgávuna av Biker Bíbliuni og um upplivingar teir hava av at deila hesar út ókeypis til MC-fólkið og annars í fongsulsmissión.
 
Á gudstænastuni koma Barbara og Noé Chaparro, Ragnar í Vík og Uni Debes at syngja og spæla. Eisini verður nógvur felagssangur og prædika, eins og talvan gongur til frama fyri donsku Biker-Bíbliuna.
 
Tiltakið er alment, og liggja hesar upplýsingar eisini úti á heimasíðu okkara: www.cross-bikers.com