18. august í 2020 var felagið ein felagstúr til Saksunar. Høvið beyðst, tá ið felagið fekk vitjan av tveimum sera fryntligum hjúnum, sum koyrdu runt við hvør sínum gamla Chevrolet. Talan var um ein gulan og ein reyðan 1969 Corvette. Parið í tí reyða eru Katja og Martin Bernoulli, sum eru úr Sveis. Í tí gula eru Elvira Nagel og Frank Romanowsky úr Týsklandi.

Fyrstu ferð, tey hoyrdu um Føroyar, var tá ið tey fyrireikaðu túrin og hugdu eftir ferðaseðlum við Norrønu. Vit hildu at tað hevði ligið væl fyri at steðgað nakrar dagar her á vegnum víðari og koyra eitt sindur runt á nøkrum oyggjum, sum vit ikki vistu nakað serliga nógv um. Men so kom korona og broytti alt, og vit tóku eina spontana avgerð um at vera alla frítíðina her í staðin. Og tað hava tey ikki angrað. Tey vóru serlig ovfarin av, hvussu vøkur náttúran er. Sum sveisarar vildu vit helst lýst Føroyar sum alpurnar, men við færri trøum, men meiri sjógvi. Kann tað vera betri? Og teir snúgvandi vegirnir eru perfektir til ein Corvette at koyra á.

Áhugin fyri túrinum var hampiliga stórur sum tað sæst á myndunum.