Reglugerð fyri Brunnin

Reglugerð fyri Brunnin.

1. Postadressan hjá ”Brunninum” er: ”Føroya Ellisakfør” Yviri við Strond 22, , postsmoga 3005, 110  Tórshavn. Att ”Brunnurin”

2. Nevndin í Føroya Ellisakfør hevur avgerðarrættin í øllum ivamálum viðvíkjandi ”Brunninum” og dagliga raksturin av honum

3. Nevndin velur ein ”umsjónarmann” sum hevur ábyrgd av dagliga rakstrinum av Brunninum og øll mál skulu gjøgnum hann.

4. Fyri at fáa loyvi at hava akfar inni í ”Brunninum” skal skrivlig umsókn sendast til Føroya Ellisakfør, somuleiðis skal ein vera limur í FE. Møgulig uppsøgn av plássi skal eisini vera skrivlig.

5. Ongin limur hevur framíhjárætt at fáa ellisakfør í ”Brunninum”.

6.
Galdandi frá 1. januar 2022 fáa bert akfør pláss í Brunninum, sum kunnu koyra og/ella sum, eftir meting nevndarinnar, kunnu koma at koyra innan fyri rímiliga tíð. Vrak, ”pappkassa-projekt” og ”upprustað” akfør sleppa ikki inn í Brunnin.  Akfarið skal eisini hava galdandi ábyrgdartrygging.

7. Gjaldstreytir:

Pkt.1 Gjaldast skal fyri eitt ár í senn. (Sí tó pkt.3 og pkt.7).

Pkt.2 Gjaldast skal forút. Gjalddagur er 2. januar.

Pkt.3 Akfør, sum koma inn í fyrra hálvári gjalda árs gjald. Og akfør, ið koma inn í seinna hálvári, gjalda fyri hálvt ár.

Pkt.4 Depositum, kr. 1.000,00 eins og ársgjald skal gjaldast áðrenn akfarið kann koyrast inn í ”Brunnin”.

Pkt.5 Føst flyting skal stovnast í peningastovni fyri ”Brunngjaldið” (Skal prógvast)

Pkt.6 Um limur ikki hevur goldið limagjald og/ella Brunngjald áðrenn aðalfundin – sí § 6 í viðtøkum felagsins - verður ellisakfarið koyrt út úr ”Brunninum” og flutt við bili til adressuna hjá eigaranum. Tá er depositum mist.

Pkt. 7 Til ber, um serlig avtala verður gjørd, at gjalda ársgjaldið fyri ”Brunnin” í tveimum eins stórum gjøldum.

8. Eigarin fær eitt nummar, ið er persónligt. Nummarið skal verða sett á eitt sjónligt stað á akfarinum, ið skal verða skrásett í navni eigarans. Um akfarið stendur undir presending el. líkn. skal nummarið eisini verða sjónligt.

 

9. Ikki er loyvt at gera nakað arbeiði á ellisakfør ella øðrum lutum í ”Brunninum” (vegna eldvandar). – Brunnurin er bert til goymslu av akførum og ongum øðrum. Ikki er loyvt at hava elektriska útgerð tilsetta í brunninum, so sum battaríløðarar, avfuktarar og tílíkt.

10. Portrið og  úthurðin í ”Brunninum” skal altíð verða aftur og læst og má einans verða opið, tá akfør skulu inn ella út. (Hetta fyri at spara streym).

11. Ikki er loyvt at goyma akfør ella aðrar lutir á økinum við ”Brunnin”.

12. Limir, sum hava ellisakfør í ”Brunninum”, hava sjálvir ábyrgdina av at hava akfarið hjá sær tryggjað og hevur felagið Føroya Ellisakfar onga ábyrgd – hvussu so verður – hvørki peningaliga ella á annan hátt, fyri skaddar lutir ella akfør.

13.
Hvør limur hevur bert loyvi til eitt ellisakfar í ”Brunninum”. Tó kann játtast okkurt pláss um eingin er á bíðilista, og pláss er.

 

14. Um limur missir sítt Brunnpláss vegna vantandi inngjald ella brot á reglugerð, kann viðkomandi søkja um at sleppa inn aftur, men undir somu treytum sum nýggir limir og endar sostatt aftast á bíðilistanum.

15. Um limur ger skaða á bygningin, bygningslutir ella á ellisakfør sum er í Brunninum,  skal boðast frá til umsjónarmann Brunnsins beinanvegin.

16. Ein dag um árið er ruddingardagur og annað lætt viðlíkahald inni og uttanfyri Brunnin. Hesin dagur verður lýstur á heimasíðu felagsins, í Tíðindablaðið Ellisakfør og sum SMS boð.

Soleiðis samtykt á aðalfundi 14. mars 2009 og seirni broytingum, vísandi til §12 í viðtøkum felagsins.

FE-Brunnurin-reglugerð-kopi.pdf
Adobe Acrobat Document 64.2 KB