Tekjan er Høvuðsumvæld

Nýggja nevndin, sum tók við í vár, setti sær sum sítt fyrsta mál at fáa betri skil á ymiskum viðurskiftum í sambandi við Brunnin. Tekjan er høvuðsumvæld, og arbeiðið er liðugt. Brunnurin er turrur nú, og tað sæst av tí, at avfuktarin koyrir nógv færri tímar enn áður. Nevndin vil fegin takka øllum teimum, sum hava givið sítt íkast til at henda ætlanin gjørdist veruleiki.

 

Næsta økið, sum nevndin ætlar at seta sjóneykuna á, eru viðurskiftini inni í Brunninum. Ætlanin er at rudda Brunnin og við tíðini at vaska, mála, avmerkja básar, fáa betri skil á bilunum, limalistanum o.s.fr. Herfyri vórðu vognar at flyta akfør við keyptir til felagið og bilarnir fluttir runt eftir førimuni, soleiðis at teir bilarnir, sum koyra, standa í fremstu røð, og hinir blivu stúvaðir saman inn móti vegginum. Hetta bøtti eitt sindur um støðuna, men enn er langt eftir á mál.

 

Ein høvuðstrupulleiki, sum nevndin er varug við, er, at har standa nógv akfør og annað í Brunninum, sum verða mett at vera óviðkomandi fyri felagið. Her verður m.a. hugsað um lutir, sum ikki eru akfør, bilar og motorsúklur, sum aldrin koma at koyra aftur, akfør, sum eru undir 25 ár. Onkur limur hevur fleiri bilar standandi í Brunninum o.s.fr.

 

Nevndin vil, at felagið gerst so aktivt sum gjørligt, og metir, at umrøddu akfør taka pláss frá øðrum, har nýggir ella gamlir limir í felagnum kundu havt góðar bilar stadanndi í staðin. Fyri at røkka hesum máli,  er ætlanin, at tað framyvir í útgangsstøði bara eru bilar í Brunninum, sum kunnu koyra og hava nummarspjøldur ella sum kunnu koma í nýtiligan stand innan fyri eina rímiliga stutta tíð. Sama skal vera galdandi fyri motorsúklur og líknandi akfør, sum koma at standa millum bilarnir, har sum pláss er. 

Umvæling av Brunninum ongoing

Tað hevur verði tosað um at betra og umvæla brunnin í fleiri ár. Avbjóðingin hevur tó verið, at fingið Tórshavnar Kommunu at skilja tørvin á, at gomlu bilarnir mugu hava rímiligar karmar, turr hølið er ein fyritreyt at varðveita akførini.

Í 2018 var so aftur roynt at fáa ein fund í lag við kommununa. Tá bar til.
Stóra avbjóðingin hevur verið at tekjan hevur verið so ótøtt, og væta og fuktur er sum kunnugt ikki gott fyri bilarnar.

Eftir fundin við TK var ein meting gjørd av, at leggja nýggja tekju á. Tá tølini komu á borðið, ásannaði kommunan at kostnaðurin var alt ov høgur.

 

Arbeiðið fór so ígongd  at finna eina alternativa loysn. Niðurstøðan var at royna eina framleiðslu frá Sika. Sigamastic skuldi roynast.

 

Ein avtalað var fingin við Tórshavnar Kommunu um, at kommunan skuldi leverað tilfarið og at limir felagsins skuldu fáa lagt tekjuna á.

Byrja var í september 2018 við at reinsa tekjuna fyri tjørupapp og annað leyst tilfar. Arbeiðið tók sína tíð. men í apríl mánaði 2019, var byrja at leggja Sigamastic á og eftir tógvi stríð var seinasti parturin lagdur 13 juni 2020.