Ferðafrásagnir. Annar partur: BMW Welt 2015
Hetta er annar partur av einari røð av ferðafrásøgnum, har Essen Motor Show var fyrsti partur. Vit hava búð tvey ár í Týsklandi, og sjálvt um frúan ikki er so áhugað í bilum, so eri eg tó so heppin, at hon hevur tímað rímiliga væl at koma við at vitja ymisk áhugaverd støð fyri biláhugað fólk.
Ein av útferðunum, vit gjørdu, var til BMW Welt, sum er miðskeiðis í München. BMW Welt húsast í einum ógvuliga stórum, flottum og modernaðum bygningi. Har er rættiliga nógv “luft” rundan um tað, ið verður sýnt fram.
BMW-Welt.pdf
Adobe Acrobat Document 1.3 MB