Ferðafrásagnir.

Porsche Museum 2019

(Triði partur)

 

 

Hetta er triði partur í einari røð av ferðafrásøgnum, sum eru gjørdar eftirsum korona farsóttin enn herjar og tað tískil er torført at vitja bilmuseum runt um í Europa. Frúan og eg hildu jól í í Týsklandi í 2019 og vitjaðu á hesi ferðini í Stuttgart, sum hevur tann óvanliga heiðurin at vera heimstaður hjá kanska tveimum av kendastu bilverksmiðjunum í heimunum, Porsche og Mercedes Benz, sum næsti partur fer at snúgva seg um.

Bæði hesi bilmerkini hava eisini tað til felags, at tey hava eina so ríka søgu, at tað er trupult at vita, hvar ein skal byrja, og tað er ógjørligt at fáa alt við í einari slíkari stuttari grein sum hesari. So tað vit fara at viðgerða her um søguna hjá Porsche er bert eitt úrvæl.

Fyritøkan, sum ber navnið hjá grundleggjaranum, varð sett á stovn í 1931 av Ferdinand Porsche (3. september 1875 – 30. januar 1951). Hann var ein merkisverdur maður, sum tíðliga vísti serligar gávur og hevði longu nátt nógvum málum, áðrenn hann stovnaði sína egnu fyritøku. 

 

Tak niður ferðafrásøgn her.

Porsche Museuom - final version.pdf
Adobe Acrobat Document 3.0 MB